Hittsongkvinnan Herborg Torkilsdóttir verður við á Summar Festivalinum í ár.
Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.
Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og aðrir.
Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.
##med2##
Her ber til at síggja video-samrøðu við Herborg Torkilsdóttir
– Eg leggi meg eftir, at sangirnir eru fólksligir, og at fólk kenna seg aftur í sangunum. Tey skulu ikki hugsa seg nógv, men skilja sangin fyrstu ferð, tey hoyra hann, sigur Herborg Torkilsdóttir.
Á Summar Festivalinum í næstu viku hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við Rakul Petersen.