Námsarbeiðarar inni­stongd­ir ann­an dagin á rað

Fleiri enn 100 fólk eru við í eini roynd at fáa fatur á fimm námsarbeiðarum, sum hava verið innistongdir í heimsins størsta koparnámi undir jørð, El Teniente, í Chile í meira enn eitt samdøgur.

Inngongdin til El Teniente koparnámið fríggjadagin. Fimm námsarbeiðarar hava verið innistongdir í náminum síðani hósdagin, tá ein jarðskjálvti gjørdi, at tunlar í náminum rapaðu. - Mynd: Raul Bravo/Ritzau Scanpix

Tað sigur Andres Music, stjóri í náminum, sambært tíðindastovuni AFP.

Námsarbeiðararnir vóru innistongdir í náminum, eftir at ein jarðskjálvti rakti økið hósdagin klokkan hálvgum fimm lokala tíð - sum er klokkan 22.30 okkara tíð.

- Higartil hevur ikki eydnast okkum at fáa samband við tey. Tunlarnir eru stongdir, teir eru rapaðir, sigur Music.

Tá jarðskjálvtin hendi, vóru teir fimm námuarbeiðararnir 900 metrar undir jørð.

Ein persónur doyði orsakað av samanfallinum í náminum.

/Ritzau/