Tíggju mál vórðu skorað í Klaksvík

1. DEILD: Ósigraða toppliðið av Skála fór úr Klaksvík við einum stigi, tí tað endaði 5-5 ímóti niðurflytingarhótta heimaliðnum

Tað var sera undirhaldandi og skiftandi, tá ið KÍ seinnapartin hevði vitjan av Skála.

 

Skála er suverent topplið, og KÍ er í tunga endanum. Eftir at B36 í gjárkvøldið vann 7-0 í Sørvági, og eftir at EB/Streymur fyrr í dag vann 2-1 á heimavølli ímóti ÍF, varð niðurflytingarstrikan nærri klaksvíkingum, enn hon hevur verið.

 

Úrslitið millum KÍ og Skála varð 5-5. Síðsta korterið vóru heimamenninir undirmannaðir. Tað komst av tí, at málverjin Hannis Matras noyddist skaddur av vølli. Tá hevði KÍ brúkt allar fimm skiftisspælararnar, og tí fór verjuspælarin Sølvi Johannesen at verja málið.

 

Martin Johansen av Skála minkaði um munin til 5-4, tá ið KÍ málverjin varð skaddur og noyddist av vøllinum, og tað var í síðstu løtu og eftir horna, at Kristian Martin Jakobsen javnaði til 5-5.

 

Hálvleiksstøðan var 3-2 til KÍ, og serliga lívligt var tað síðstu løtuna undan steðginum.

 

Simon Jørgensen legði Skála á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og Dávid B. Andreasen javnaði til 1-1 við brotssparki í 37. minutti.

 

Tað restaðu fimm minuttir, tá ið Simon Jørgensen varð tvífaldur málskjútti og Skála frammanfyri 2-1. Tíðin var farin tveir minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið Dávid B. Andreasen javnaði til 2-2, og ein minutt seinni legði 17 ára gamli Filip Maslyk KÍ framum 3-2.

 

Beinanvegin eftir steðgin setti KÍ fýra nýggjar spælarar á vøllin: Filip Brattbakk, Robert Williams, Claes Philip Kronberg og Martin Rodrigo Gonzalez.

 

Í 63. minutti javnaði Andreas Egeberg Jacobsen til 3-3. Tá átti Martin Johansen uppleggið.

 

KÍ sá út til at vera á sigurskós, tá ið Kristoffur Jakobsen skoraði til 4-3 og Filip Brattbakk við brotssparki økti til 5-3.

 

Og so var tað, at Skála svaraði aftur og Martin Johansen og Kristian Martin Jakobsen skoraði og úrslitið var 5-5.