Royna at snýta pengar frá fólki

Sníkar royndu í gjár at snýta pengar frá nógvum fólkum í Føroyum

Løgreglan fekk í gjár nakrar fráboðanir frá fólki, sum høvdu fingið sms-boð frá PostNord um pakka, sum ikki var komin fram. Tú vart síðani biðin um at logga á eina leinkju, tú fekk sendandi, sum bara er til at snýta fólk.

 

Hesaferð vóru boðini, sum in.fo hevur sæð, skrivað á donskum. Onkuntíð eru tey á føroyskum.

 

Løgreglan siigur í morgun, at hetta er tað vanlilga, at onkur roynir at lokka pengar frá fólki.

 

– Vit kunnu bara eggja fólki til púrasta at ignorera slíkt og sletta boðini. Vit fingu eini tvær tríggjar fráboðanir um hetta um teldupost í gjár. Hetta kemur so javnarn, og tað er bara púrasta at ignorera tað, so doyr tað burtur aftur av sær sjálvum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

 

Eini boð í gjár vóru soljóðandi:

 

»Din pakke er ankommet til vores lokale PostNord-lager, men kunne ikke leveres, da leveringsadressen er forkert eller ufuldstændig.

 

Bekræft venligst din adresse via følgende link inden for 24 timer, ellers returneres pakken til afsenderen:

 

(Her var ein leinja, sum vit av trygdarávum hava slettað)

 

(Besvar Y og åbn linket igen via SMS for at aktivere det, eller kopier linket og indsæt det i din browser.)

 

Har du spørgsmål, er du velkommen til at kontakte PostNords kundeservice.«