2 - 2 móti Sveis

Føroyar fingu frálíkt úrslit á talvolympiaduni í Budapest í kvøld. 

Hesir telvaðu móti Sveis í dag.F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen Akselsson Apol. John Rødgaard sæst standandi.

Javnleikur móti Sveis - mannað við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara, og við miðalstyrkitali omanfyri 2500 - fær illa verið annað enn sera gott úrslit. 

 

18 ára gamli føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol tryggjaði Føroyum javnleikin við sigri á 4 borði, tá hinir tríggir vóru lidnir.

 

Unglingin á føroyska talvlandsliðnum er nú føroyskur toppskjútti í Budapest, og stendur í løtuni til at ganga fram meira enn hálvthundrað ratingstig.

 

Høgni Egilstoft Nielsen hevur eisini havt eitt gott OL higartil. Hann gongur eisini fram í rating, og møguleikin fyri tí síðsta IM-norminum er til staðar. Skuldi tað eydnast, hevði Høgni tryggjað sær heitið sum altjóða meistari - IM-ari. 

 

Føroyar (66)  -  Sveis (38)  2 - 2

 

GM Helgi Dam Ziska (2553)  -       GM Yannick Pelletier (2536)  ½ - ½

 

Høgni Egilstoft Nielsen (2379)  -  GM Min Li Peng (2514)  ½ - ½

 

Rógvi Egilstoft (2278)  -                    GM Nico Georgiadis (2510)  0 - 1

 

Luitjen Akselsson Apol (2219)  -  IM Oliver Kurmann (2421)  1 - 0

 

John Rødgaard hevur sent hesa frásøgn um dystin:

 

Á 1 borði varð talvið allan vegin innan fyri remismark. Mótstøðumaðurin offraði frúnna fyri rók, riddara og finnu. Afturfyri fekk hann trygga støðu uttan veikleikar, sum Helgi fekk gagnnýtt. Tað endaði sum vera man javnt við leikendurtøku.

 

Høgni spældi eina byrjan, sum ikki hevur besta orðið á sær. Komin undir trýst, gjørdi hann av at offra býtismun. Mótstøðumaðurin helt nú væl til standa, tók sær mestsum av løttum. Men smátt um smátt hevði Høgni styrkt so væl um sína støðu, at nú skuldi mótstøðumaðurin vera ansin. Tað var hann ikki. Eitt lítið mistak gav Høgna lítlan fyrimun. Síðani enn eitt lítið mistak, nú stóð Høgni uppaftur betur. Snildur býður stórmeistarin nú Høgna remis, hann blotnar og tekur av.

 

Rógvi telvaði aftur sín kæra c3-sisilianara. Hann offraði finnu og fekk ivaleyst av initiativi sum mótvirði. Hann fekk seinni finnuna aftur, og nú stóð á jøvnum. Men tá varð hann ov bjartskygdur við einari riddaraatgerð, sum var stórt mistak. Hvat Rógvi hevði yvirsæð, veit eg ikki, men nú var støðan tapt.

 

Luitjeni so líkt, stóð alt í einum eldi. Í einum skørpum sisilianara hevði hann roknað langt. Eftir blóðuga orrustu fekk hann tveir riddarar og bisp fyri tveir rókar. Finnurnar vóru nógvar, fimm í part, og tá er høvuðsreglan, at tað er høgligari at sita við løttu monnunum, sum Luitjen gjørdi. Báðir høvdu knappa tíð, men Luitjen varðveitti lítlan fyrimun í støðuni, tó at skotbráið at flyta var stutt. Honum eydnaðist at seta menninar væl á borðinum, bispurin stóð vardur, og riddararnir mestsum leiddust. Haraftrat fekk hann finnurnar á rull. Sveiskski mótstøðumaðurin var máttleysur. Væl telvað hjá okkara manni.

 

Luksemburg stendur fyri tørni

 

Føroyar hava nú níggju stig fyri fýra vunnar dystir og ein javnleik - umframt trý tap - og standa í løtuni nummar 64 av teimum 188 londunum í kappingini.

 

Í níggjunda og triðsíðsta umfari í morgin møta vit Luksemburg. Teimum eiga vit mangan dystin ímóti. Í OL verður hetta sjeyndi dysturin. Harumframt hava fleiri dystir verið í kappingini fyri smátjóðir í Evropa.

 

Føroyar eru styrkismettar eitt lítið vet ovari enn Luksemburg, og á einum góðum degi eiga vit at vinna á teimum. 

 

Men OL-hagtølini eru ikki okkum til fyrimunar. Í teimum seks dystunum hevur Luksemburg vunnið tríggjar ferðir, tveir dystir endaðu javnir, og bara einaferð hava Føroyar vunnið.

 

Tað var í Buenos Aires í 1978, á sjálvum tjóðarleikvøllinum River Plate, har Argentina góðar tríggjar mánðir framman undan hevðu vunnið sítt fyrsta HM-heiti í fótbólti. Telvað var í hølunum, sum tíðindamenn nýttu undir HM.

 

Tá vunnu Føroyar 3 - 1; Luitjen Apol og Súni Ziska vunnu, og vestmenningarnir Hans Petersen og John Jacobsen telvaðu javnt.

 

Men í kappingini fyri smátjóðir í Evropa, sum hava verið annaðhvørt ár síðani 2009, hava fleiri dystir verið okkara millum, og tá hava føroyingar havt munin.

 

OL-dystir millum Føroyar og Luksemburg: 

 

1972 Føroyar - Luksemburg 1½ - 2½

 

1974 Føroyar - Luksemburg 2 - 2

 

1978 Føroyar - Luksemburg 3 - 1

 

1984 Føroyar - Luksemburg 1 - 3

 

1994 Føroyar - Luksemburg 1 - 3

 

1998 Føroyar - Luksemburg 2 - 2

 

Hesir telvaðu móti Sveis í dag.F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen Akselsson Apol. John Rødgaard sæst standandi.