Ukraina: Norðurkoreanskir hermenn fyrireika seg til bardaga

Verjuovastin lýsir støðuna í fremstu røð sum trupla og sigur, at tekin eru um eina herðing.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sæst saman við norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un á fundinum í Pyongyang í juni. Her gjørdu teir ein verjusáttmála, sum nú er undirskrivaður av Putin og harvið partur av russiskari lóg. - Mynd: Vladimir Smirnov

Norðurkoreanskir hermenn fyrireika seg til at fara í bardaga saman við russiskum herdeildum.

Tað sigur verjuovastin í Ukraina, Oleksandr Syrskyi.

Fráboðanin kemur eftir eina samrøðu millum Syrskyj og amerikanska herovastan Christopher Cavoli, sum er amerikanskur yvirmaður í Evropa.

- Vit hava nógvar fráboðanir um, at norðurkoreanskir hermenn gera seg klárar at luttaka í stríðsátøkum saman við russiskum herdeildum, skrivar Syrskyj í einum uppslag á Facebook.

Syrskyj lýsir støðuna sum "trupla" og sigur, at tað eru "tekin um herðing".

Stutt frammanundan komu boð úr Moskva um, at forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, hevur skrivað undir verjusáttmála við Norðurkorea.

##med2##

 

Tað kemur fram í kunngerð, sum varð lýst í dag.

Avtalan inniber, at bæði londini fáa skyldu til "beinanvegin" at veita hernaðarliga hjálp, um hitt landið verður hersett.

Tað varð avtalað millum Putin og norðurkoreanska leiðaran Kim Jong-un í juni eftir toppfund í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang.

Yvirhúsið í Russlandi gav sáttmálanum sítt samtykki í vikuni, meðan undirhúsið samtykti hann í síðsta mánaði.

Sáttmálin styrkir tættari sambond millum Russland og Norðurkorea, eftir at Russland fór undir innrás í Ukraina í februar 2022.

Fleiri fráboðanir úr Suðurkorea og vesturlondum benda á, at Norðurkorea hevur sent vápn til Russlands.

Ukrainskir serfrøðingar siga, at teir hava funnið spor av vápnunum á støðum, har russisk álop hava verið.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, segði hósdagin, at Norðurkorea hevur sent 11.000 hermenn til Russlands.

Russland hevur ikki váttað, at norðurkoreansku hermenninir eru til staðar í landinum.

Men Suðurkorea, sum heldur eyga við gongdini í grannalandinum fyri norðan, hevur váttað, at í minsta lagi 10.000 hermenn eru sendir úr Norðurkorea til Russlands.

 

Ritzau/Reuters

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sæst saman við norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un á fundinum í Pyongyang í juni. Her gjørdu teir ein verjusáttmála, sum nú er undirskrivaður av Putin og harvið partur av russiskari lóg. - Mynd: Vladimir Smirnov

Ukrainskir hermenn leggja minur sum verju móti russisku stríðsvognunum á fremstu røð í Donetsk-økinum. Støðan her er trupul, og tekin eru um eskalering, sigur verjuleiðarin í Ukraina. - Mynd: -/Ritzau Scanpix