Í allan gjár var stóra First Lego League-tiltakið í Skúlanum á Fløtum í Havn. Luttakakarar saman við foreldrum, vinum og kenningum møttu stundisliga longu fyri klokkan 08 at gera básarnar klárar.
Soleiðis, sum tímatalvan fyri dagin segði, gjørdist dagurin eisini langur. Og tað var komið langt út á seinnapartin, áðrenn vinnararnir av kappingini vórðu útnevndir og heiðraðir.
First Lego League er eitt stórt tiltak, og eingin ivi er um, at her eru mong, sum taka eitt stórt tak - bæði fyriskiparar, lærarar og næmingar.
Tá dagurin umsíður var liðugur, og fólk fór sær út aftur í bilarnar, vísti tað seg, at fleiri, sum høvdu bilin standandi við høvuðsinngongdina til skúlan, høvdu fingið parkeringsbøtur.
Flestu bilar stóðu á parkeringsplássunum - omanfyri skúlan og niðan móti økinum, har Bónus-handilin er, og her var gott pláss, skal leggjast aftrat.
Men fólk, sum høvdu ymiskt at bera úr bilinum, sum skuldi brúkast inni í skúlanum til básarnar hjá næmingunum, høvdu bilin standandi niðri við skúlan.
Soleiðis var eisini, tá tingini skuldu berast í aftur bilin, tá dagurin var liðugur.
Rættast hevði ivaleyst verið, at flutt bilin niðan aftur á parkeringsplássið, tá tingini vóru komin úr bilinum og síðan flutt bilin oman aftur, tá bilurin skuldi fyllast aftur.
Men fólk góvu sær neyvan far um, at tað var ein trupulleiki, at bilurin stóð nærri inngongdini til skúlan. Møguligar uppmerkingar síggjast ikki á asfaltinum við skúlan, tí tær eru slitnar burtur.
##med2##
Tá dagurin var liðugur, básarnir vórðu ruddaðir burtur, og tingini skuldu berast út aftur í bilin, vísti tað seg, at fleiri bilar, sum stóðu nærri inngongdini til skúlan, høvdu fingið parkeringsbót, sum hesar myndir vísa.
Hetta kom eftir øllum at døma eitt sindur dátt við hjá bileigarum, sum eru ókend við parkeringsviðurskiftini við skúlan og sum neyvan hava gáað eftir, at bilarnir ikki kundu standa, har teir stóðu.
Á leinkjuni her síggjast 36 myndir av First Lego League, sum Ólavur Frederiksen tók - https://www.in.fo/news-detail/myndir-first-lego-league-hevur-verid-i-dag
##med3##