Elsa Berg er fyrst valdi býráðslimur í Havn – og hon er eitt boð upp á nýggja borgarstjóra í samgongu millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, sum tilsamans hava meirilutan í Tórshavnar býráð

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin samráðast í Havn

Nógv bendir á, at Elsa Berg verður nýggjur borgarstjóri í Havn í samgongu millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin

 

Elsa Berg er fyrst valdi býráðslimur í Havn – og hon er eitt boð upp á nýggja borgarstjóra í samgongu millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, sum tilsamans hava meirilutan í Tórshavnar býráð

Eftir at valúrslitið í Tórshavnar kommunu var greitt, sóust nýggju býráðslimir snúgva sær í ymsar ættir í Høllini á Hálsi. Tað sást skjótt, at tað rann mest saman millum umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, sum fóru avstað saman.

 

Sum skilst sita tey nú og samráðast um nýggja samgongu í Tórshavnar býráð.

Tjóðveldi fekk fýra býráðslimir á valinum í dag, ein meria enn á undanfarna vali. Javnaðarflokkurin fekk tríggjar, sum er tríggjar færri enn á valinum seinast. Og tá Tjóðveldi er tann størri flokkurin og hevur toppskoraran á valinum, so er tað ein upplagdur møguleiki. Tað er eisini einasti møguleikin, har tveir flokkar kunnu skipa samgongu.

##med2##

Sjálvsagt eru aðrir møguleikar, men tá skulu tríggir ella fýra flokkar samstarva.

Móti morgni frætta vit helst meira um, hvussu leikur fer við samráðingunum, men sum oftast er nýggj samgonga skipað áðrenn sólin rísur á fyrsta sinni eftir at valúrslitið er greitt.

 

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

 

Elsa Berg er fyrst valdi býráðslimur í Havn – og hon er eitt boð upp á nýggja borgarstjóra í samgongu millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, sum tilsamans hava meirilutan í Tórshavnar býráð

Tjóðveldisfólk og javnaðarfólk tosa saman

Kommunulistin er eisini hugaður at sleppa upp í part, men tað sá út sum um, at Javnaðarflokkurin gav honum krakk og heldur fór við Tjóðveldi

Kommunulistin og Fólkaflokkurin tosa saman.

Tað gjørdist alsamt meira greitt, at tað dró saman millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin í Høllini á Hálsi í Havn í nátt.

Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson tykjast kenna seg eitt sindur uttanfyri, nú fyrrverandi floksfelagarnir ikki tykjast áhugaðir í teimum báðum.