Eyðun Klakstein er tann fjórða fyribilsloysin, sum føroyska manslandsliðið hevur roynt í tíðini, eftir at Føroyar kom upp í altjóða fótbólt. Undan honum hava venjarapørini Jógvan Norðbú og Jóhan Nielsen, og Heðin Askham og Jens Martin Knudsen, umframt Jógvan Martin Olsen roynt leiklutin
(Brot út grein í Sosialinum 14. novembur 2024)
Fýra ferðir hevur verið boð eftir ein fyribilsloysn til manslandsliðið. Í 1993 tóku Jógvan Norðbúð og Jóhan Nielsen yvir í HM-undankappingardystinum móti Rumenia á Svangaskarði. Í 2002 tók táverandi hjáparvenjarin, Jógvan Martin Olsen, yvir á eini venjingarlegu á Kýpros. Í 2009 tóku Heðin Askham og Jens Martin Knudsen sær av einum venjingardysti í Íslandi, sum Føroyar vunnu 1-0. Og fyri einum mánaði síðani fekk Eyðun Klakstein møguleikan at royna seg sum fyribils venjara, eftir at Håkan Ericson við toymið bleiv koyrt frá.
Rumenia var stóru biti í 93
Armarnir vóru komnir niður frá bragdinum í Landskrona, tá Føroyar í august 1993 fóru til Norra at spæla venjingardyst. Søgan sigur, at Páll Guðlaugsson var nakað kroystur sum landsliðsvenjari og royndi seg við fleiri broytingum. Ynski var, at fleiri ungir spælarar skuldu fáa møguleikan. Hetta miseydnaðist og Norra vann 7-0. Ein av teimum, sum var við, var Jens Martin Knudsen.
- Tú skal minnast til, at Norra í 1993 var eitt landslið við fleiri komandi Premier League spælarum. Eg haldi kanska, at vit gjørdu í so nógvar broytingar í einum, sigur Jens Martin Knudsen, ið bjargaði brotssparki í dystinum, eftir at hann kom inn í seinna hálvleiki.
Eftir dystin takkaði Páll Guðlaugsson fyri seg og tveir av fremstu venjarnum í føroyskum fótbólti tá, Jógvan Norðbúð og Jóhan Nielsen, tóku yvir. Teir gera ikki stórvegis broytingar og málið er ikki at kollvelta landsliðið, men at stýra millum skerini, tí Rumenia er um hetta mundið eitt sterkt lið. Føroyar tapa 4-0 og Florin Raducioiu úr AC Milan skoraði øll málini.
- Vit høvdu spælt móti teimum í Bukarest árið fyri og tapt 7-0. Tá kundu vit havt tapt 15-0. Tí var 4-0 faktist eitt gott úrslit fyri okkum. Vit spældu eisini væl og høvdu eitt sterkt lið, men hasin Florin Raducioiu skoraði upp á allar møguleikarnar, minnist Jens Martin Knudsen.
##med2##
Fyri ein ávísan toftamann fekk dysturin tó ein serligan enda, tí Øssur Hansen býtti um troyggju við ongan minni enn Gheorghe Hagi. Men troyggjan er burturblivin og tað er Øssur Hansen keddur um.
- Eg býtti um troyggu við Gheorghe Hagi, men hon bleiv vekk eftir ein innandura tíma í høllini í Runavík eina ferð í 90 unum. So um tað er nakar, ið hevur hana, so er viðkomandi meir enn vælkomin aftur við henni, segði ein smáflennandi Øssur Hansen við Sosialin í 2012. Hann sigur í dag, at troyggjan framvegis ikki er komin afturíaftur.
Rumenia kom til HM-endaspælið í USA í 1994, har teir komu í fjórðingsfinaluna, eftir fleiri góð avrik. Gheorghe Hagi var í essinum og skoraði eisini okkurt minniligt mál.
Les alla greinina í Sosialinum