Fyri lítlari løtu síðani varð avdúkað at føroyski felagsskapurin Frítt Val hava vunnið Pigeprisen 2024 hjá Planbørnefonden, og við hesum, eina heiðursløn á 20.000kr.
Til handanina varð sagt at Frítt Val fingu methøgar atkvøður, ið eru savnaðar inn umvegis eina talgilda atkvøðugreiðslu farna mánaðin.
Pigeprisen verður hvørt ár handaður einstaklingi ella felagsskapi ið ger ein serstakan innsats fyri javnstøðu í ríkisfelagsskapinum.
Les meira um Pigeprisen á: https://planbornefonden.dk/pigeprisen/
##med2##