Ælta at skifta um borgarstjórasess í Vági – tað er tó ólógligt

Í Vági hava tey samtykt, at Levi Mørk og Marin Gaardlykke skulu vera borgarstjóri í tvey ár í part.

Dimmalætting skrivar í kvøld, at Vágs býráð hevur skipað seg eftir valið í gjár

 

Blaðið skrivar, at upprunaliga var endamálið at fáa allar níggju býráðslimirnar við í eitt samstarv, men tað miseydnaðist. 

 

Tí halda samgonguflokkarnir fram, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin. Javnaðarflokkurin hevur tríggjar býráðslimir og Sambandsflokkurin hevur tveir býráðslimir, sum er meiriluti við fimm av níggju.

 

Tað er tó ikki í tráð við lógina, at tey hava avgjørt at skifta um borgarstjóra í hálvum skeiði, og tað verður heilt víst steðgað av kommunala eftirlitinum

 

Avtalan í Vági gongur út uppá, at Levi Mørk verður borgarstjóri fyrstu tvey árini, og tá verður Marin Gaardlykke varaborgarstjóri. Seinnu tvey árini skifta tey so um, so Marin Gaardlykke verður borgarstjóri og Levi Mørk varaborgarstjóri.

 

Hendan avgerðin verður uttan iva broytt, tí tað er ikki loyvt at gera slíkar avtalur. Ein borgarstjóri verður valdur fyri alt valskeiðið, og hann kann ikki koyrast frá, uttan so at hann ger eitthvørt revsivert. Sjálvandi ber til at fara frá vegna til dømis sjúku. Men at býta um borgarstjóra fyri at býta valdið javnari millum tveir flokkar, tað ber ikki til.