Ein 31 ára gamal maður er handtikin og skuldsettur fyri drápsroynd, eftir at fleiri gongufólk vórðu rakt av einum bili á gongubreytini í bretska høvuðsstaðnum, London.
Tað siga fleiri miðlar, eitt nú Sky News og tíðindastovan DPA.
Metropolitan Politi í London fekk eina fráboðan stutt eftir midnátt um ein samanstoyt og ein bil, sum koyrdi skeivan veg á Shaftesbury Avenue, sum er ein stórur vegur í miðbýnum í London.
Tann 31 ára gamli møguligi gerningsmaðurin varð handtikin stutt eftir, upplýsir løgreglan.
- Løgreglufólkini svaraðu skjótt og handtóku mannin innan fáar minuttir, og arbeiddu tætt saman við høvuðsstaðarløgregluni, sigur varakommissarin í løgregluni, Stuart Cundy.
Fýra fólk eru flutt á sjúkrahús eftir samanstoytin. Eitt av fólkunum er í lívsvanda.
Løgreglan heldur, at hetta er ein "einstøk hending, sum ikki er tengd at yvirgangi", sigur Stuart Cundy.
- Hildið verður, at ákærdi var partur av einum skeldaríið á einum náttklubba, áðrenn hann fór í bilin og koyrdi út á gongubreytina, legði hann afturat.
Shaftesbury Avenue strekkir seg frá Piccadilly sirkus til Shaftesbury leikhúsið í miðbýnum í London.
/Ritzau/