Fara upp á gólv í Reinsarínum í kvøld

– Tú ert hjartaliga vælkomin at luttaka í sjálvum dansinum, siga stigtakararnir úr Tøkum Lætt

Í kvøld klokkan 22:00 verður høvi at uppliva føroyskan dans á Reinsarínum. 

 

Stigtakararnir siga:

 

– Tú ert hjartaliga vælkomin at luttaka í sjálvum dansinum. Tað er líkamikið, um tú ongantíð hevur roynt hetta áður, ella um tú hevur gingið til føroyskan dans í 100 ár. Øll eru vælkomin.

 

– Hevur tú hug til at standa á síðulinjuni og njóta upplivingina, so ert tú eisini vælkomin til tað. Tað týdningarmesta er, at vit koma saman og menna føroyska dansin.

 

– Við øðrum orðum: Dámar tær føroyskan dans, so er ikki at halda seg aftur, tí hetta verður eitt ógloymandi kvøld.

 

Tað er felagið Tøkum lætt, sum skipar fyri tiltakinum, og tiltakið er ókeypis.