Tað sæst í tilfarinum hjá fíggjarnevndini hjá Løgtinginum í sambandi við arbeiðið við fíggjarlógaruppskotinum.
Taks hevur greitt fíggjarnevndini frá, at í 2025 fara 5 starvsfólk úr starvi. TAKS ætlar ikki at endurseta størvini. Tað hevur leiðslan boðað starvsfólkunum á stovnunum frá.
– Hetta er annars ein gongd, sum hevur verið nógvu síðstu árini. Sambært upplýsingum í fíggjarlógini fyri 2005 vóru 139 fulltíðarstørv á TAKS. Í 2025 verða tað 106 fulltíðarstørv, skrivar Taks í svarinum til fíggjarnevndina.
– Gongdin skal síggjast í mun til tær effektiviseringar og talgildingar, sum eru framdar í hesum tíðarskeiðnum, leggur stovnurin afturat.
Sagt verður tó, at tað er mark fyri, hvussu nógv starvsfólkahópurin kann minka. TAKS heldur ikki, at stovnurin kann halda sama tænastustøði. Stovnurin ætlar tí at tillaga avgreiðslutíðirnar næsta ár.
Tó er ikki vist, at tað skal tulkast sum eitt vánaligari tænasta. Mett verður, at átroðkandi mál fara at verða avgreidd skjótari, soleiðis at heildin og góðskan helst verða betri.
– TAKS ætlar at broyta avgeiðslutíðina til kl. 13-15 frá 1. juni. 2025.
TAKS skrivar eisini, at tey merkja príshækkingar á nógvum økjum. Ikki minst á KT-veitingum, KT-trygd o.tíl.
– Tað er tí ein ávís avbjóðing at fáa raksturin at hanga saman fyri 2025. Tað fer tó eftir ætlan ikki at ávirka yvirskipaðu eftirlitsábyrgdina stórvegis, skrivar Taks í svartinum til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum.