- Í einum íbúðarøki hava íbúgvar seinastu tíðina verið plágaðir av einum fólki í nissuklæðum. Viðkomandi hevur ringt á hurðar og er síðan farin avstað aftur. Í onkrum føri hevur jólamaðurin pissað í urtagørðum hjá fólki.
Soleiðis skrivar norska løgreglan í kvøld, og aftur í kvøld hevur løgreglan fingið fráboðanir um jólamannin, sum verður hildin at vera hin sami, sum seinastu dagarnar hevur verið sæddur kring um í grannalagnum.
- Vit hava havt bilar í økinum, men hava ikki funnið jólamannin, sigur løgreglan, sum nú eisini hevur deilt myndir av jólamanninum, sum er undir illgruna, og hetta er jólamaðurin, sum er á viðheftu myndum her í greinini.
##med2##
Norska løgreglan sigur, at tey ynskja at koma í samband við jólamannin, soleiðis at tað, sum gongur fyri seg í grannalagnum í Asker í Noregi, kann halda uppat, vita norskir miðlar at siga í kvøld.