Soleiðis heldur hon jól í Skúvoy

- Eg havi í nógv ár bjóðað teimum, sum sita einsamøll í Skúvoy, út til okkum at eta 2  jóladag, sigur Anna Thomsen

Hvar heldur tú jól?

 

- Eg haldi jól í Skúvoy. Jólaaftan var tað dunna og rísalamande, og hinar dagarnar verður tað kjøt og fleskasteik.

 

Tað sigur Anna Thomsen í Skúvoy.

 

Keypir tú jólagávur?

 

- Ja, eg keypi til sjey ommubørn og til tey nærmastu.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Jólini hava kirkjuligan týdning, og tað at vera saman við fólki.

 

Hon sigur, at børnini eru í Danmark og Íslandi, og her eru ávikavist trý og fýra ommubørn.

 

- Ein ommusonur siglir úti sum aspirantur. Eg hevði viljað, at tey vóru heima.

 

Anna Thomsen vísir á, at tað er ikki altíð so lætt at ferðast út til Skúvoyar og heimaftur hesa tíðina av árinum.

 

- Eg havi í nógv ár bjóðað teimum, sum sita einsamøll í Skúvoy, út til okkum at eta 2  jóladag, sigur hon.

 

Hevur tú eitt jólaynski?

 

- Ja, eg vildi ynskt, at vit menniskju samdust betur, bæði innan familju og úti í lívinum, bæði her heima í Føroyum og úti í heimi.

 

Anna Thomsen sigur, at hetta er hennara størsta jólaynski.

 

- So vil eg eisini ynskja øllum eini gleðilig jól, leggur hon aftrat.

 

Lesið eisini um Fríðu Slyne, sum misti pápan fyrr í ár -

 

https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum