Granskarar á Havstovuni og Fróðskaparsetrinum eru við í tveimum verkætlanum, ið hava fingið stuðul frá granskingarskránni "Burðardygg fiskiveiða úr sunnum havi" hjá NordForsk, ið er granskingarstovnurin hjá Norðurlandaráðnum.
Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava luttikið í eini granskingarskrá hjá NordForsk sum sjálvstøðugur limur við egnari fígging. Føroyskir granskingarstovnar kunnu nú søkja um stuðul á jøvnum føti við granskarar úr hinum londunum.
Hetta skrivar www.gransking.fo.
Verkætlanirnar við føroyskari luttøku, ið hava fingið stuðul, eru:
Verkætlanarleiðari: Marco Vindas, Norwegian University of Lice Sciences
Luttakarar: Oslo Universitet, Háskóli Íslands, Havstovan, Ervik Marine Research
Verkætlanarleiðari: Benjamin Planque, Institute of Marine Research in Norway
Luttakarar: UiT the Arctic University, Norwegian Institute for Nature Research, Havstovan, Fróðskaparsetur Føroya, Marine and Freshwater Research Institute of Iceland
Tvær aðrar verkætlanir fingu eisini stuðul frá verkætlanarskránni um burðardygga fiskiveiðu. Tær eru:
Feasibility and effects of Spatio Temporal Closures on Baltic and Eastern North Sea herring Stocks
Verkætlanarleiðari: Nicolas Goñi, Natural Resources Institute Finland
Luttakarar: University of Tartu, Institute of Marine Research in Norway, Natural Institute for Aquatic Resources in Denmark
Impacts of fishing throughout the ecosystem: consequences and mitigation methods
Verkætlanarleiðari Anna Kuparinen, University of Jyväskylä
Luttakarar: Institute of Marine Research in Norway, Aarhus University
"Burðardygg fiskiveiða úr sunnum havi" er eitt av raðfestu málunum í arbeiðnum fyri at røkka Visjon 2030 hjá Norðurlendska Ráðharrastovninum.
Útboðið leggur dent á burðardygga fiskiveiðu í sambandi við veðurlagsbroytingar og grøna orkuskiftið. Endamálið er at kanna, hvussu fiskiveiða ávirkar havumhvørvið, og hvørjar møguleikar fiskiveiða hevur fyri at minka árinið.
Skráin er ment í samstarvi millum luttakandi partarnar í útboðnum úr Estlandi, Íslandi, Danmark, Finnlandi, Føroyum, Noregi og Litava.
Les meira her.