35 prógv vórðu handað á Vinnuháskúlanum mikudagin

35 fingu prógv á Vinnuháskúlanum

Fimm skiparar, fimm skipsførarar, seks maskinmeistarar og 19 maskinistar fingu mikudagin prógv frá Vinnuháskúlanum.

35 prógv vórðu handað á Vinnuháskúlanum mikudagin

Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, bar nøkur orð fram undir prógvhandanini og vísti millum annað á, at tað ofta hoyrist, at føroyingar eru væl lýddir og umbidnir, eisini hjá útlendskum reiðaríum.

 

“Ein grund til tað er ivaleyst, at tað liggur í okkara ílegum at búleikast á sjónum, og at vit altíð hava sjógvin so nær okkum. Men ein onnur grund er heilt vist, at tann førningur og tann útbúgving, tit fáa her á skúlanum, er nakað heilt fyri seg.

 

Hon letur hurðar upp út í heim, og tað er einki at ivast í, at av teimum mongu føroyingunum, sum í dag sigla um allan knøttin, eru nógvir, sum hava nomið sær lærdóm júst her á hesum skúlanum.”

 

Men útbúgvingarnar hjá Vinnuháskúlanum kunnu eisini brúkast uppi á landi, ikki minst hjá maskinmeistarunum.

 

“Nýggj tøkni mennist støðugt og skapar nýggjar møguleikar, men nýggj krøv fylgja eisini við – krøv um grønar loysnir og um burðardygd, sum eisini seta nýggj krøv til útbúgvingarnar her á skúlanum og harvið eisini til tykkum.

 

Hetta eru altjóða krøv, sum vit føroyingar eisini mugu leggja okkum eftir at røkka, soleiðis at vit eisini í framtíðini kunnu vera ein miðdepil fyri skipaferðsluna her í norðuratlantshavi,” segði Heðin Mortensen millum annað.

 

Maskinmeistaraútbúgvingin á Vinnuháskúlanum er vælumtókt – 25 hava søkt at byrja aftan á summarfrítíðina, og tað er fullteknað. Tíggju hava søkt um at sleppa inn á skiparaútbúgvingina.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4## 

 

35 prógv vórðu handað á Vinnuháskúlanum mikudagin

Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum lata hurðar upp út í heim, segði Heðin Mortensen millum annað

Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, helt røðu

Nógv fólk var til prógvhandanina mikudagin