Tíðindaskriv:
Tí hava fyriskipararnir, saman við avvarðandi myndugleikum, avgjørt at flyta stóra konsertdagin niðan í stórhøllina við Tjarnir.
“Hetta er sjálvandi harmiligt, tí umstøðurnar í Vágsbotni eru ein stórur og týdningarmikil partur av OY Voxbotnhugnanum. Men um veðrið verður, sum lovað er, so er ikki møguligt at seta upp stórar pallar – vindurin er ov nógvur, og pallarnir tola ikki slíkan vind,” siga fyriskipararnir.
Soleiðis sum veðurforsagnirnar vísa, kann vindurin leygarkvøldið koma upp á 17 metrar um sekundið, og hvirlurnar kunnu raka upp í meira enn 20 metrar um sekundið. Pallarnir
eru góðkendir til 17 metrar um sekundið, og tí kann ein hvirla oman fyri hesa vindferð gera støðuna vandamikla og hættisliga fyri fólk, bæði á og kring pallin. Ættin er eisini
óheppin, tí vindurin rakar beint inn á pallin.
Fyriskipararnir hava bíðað so leingi sum gjørligt, við vón um at veðurvánirnar broyttust, men tíverri hava tær verið óbroyttar síðani í morgun. Tí var neyðugt at taka avgerðina
nú, tí tað krevur nógv arbeiði og tíð at seta pallar og fyriskipa konsertøkið. Nógv skal fyrireikast: ljóð, ljós, vaktir, sølubúðir, WC-viðurskifti og mangt annað. Fyri at náa alt
hetta, varð neyðugt at taka avgerðina longu í dag, mikukvøldið 25. juni.
Eisini verður staðfest, at tónleikaupplivingin hjá teimum mongu, ið hava keypt atgongumerki, ikki hevði verið nøktandi, um veðrið verður so vánaligt, sum fráboðað.
Trygdin hevur hægstu raðfesting
Lukkutíð hava vit nú eina stórsligna høll, sum kann rúma einum slíkum tiltaki.
Fyriskipararnir hava verið í sambandi við allar tónleikararnar, og øll hava váttað, at tey verða við og spæla í stórhøllini við Tjarnir.
“Hetta hevur við sær nakrar avbjóðingar, men tað er tann tryggasta loysnin at flyta tiltakið innandura. Í Stórhøllini við Tjarnir hava vit eina høll í heimsflokki, og har kunnu
vit tryggja bæði góðsku og trygd fyri øll vitjandi.”
“Vit harmast um støðuna, men við atliti til trygd og upplivingargóðsku, so er hetta rætta avgerðin,” siga fyriskipararnir.
Hóast tiltakið verður flutt inn, so er fráboðaða skráin til tiltakið óbroytt. Einasti munur er staðsetingin.
Fylgið við á sosialu miðlunum hjá OY Voxbotn fyri dagføringar.
Tørvar tær meira kunning, ber til at skriva til fyriskipararnar á: torsfestvoxbotn@gmail.com