40 milliónir til ukrainskar kvinnufelagsskapir

- Ukrainsku kvinnurnar hava ein týdningarmiklan leiklut í mótstøðuni móti hersetingarvaldinum og endurbygging av landinum, sigur norski uttanríkisráðharrin

Noreg fer at lata 60 milliónir norskar krónur til ukrainskar kvinnufelagsskapir.

 

Pengarnir verða latnir um eina tríára avtalu við Fokus, sum er forum fyri kvinnur og menningarspurningar.

 

Tað skrivar norska stjórnin í einum tíðindaskrivi í morgun, sum norskir miðlar endurgeva.

 

60 milliónir norskar krónur svara til slakar 40 milliónir í okkara peningi.

 

Pengarnir skulu styrkja rættindini hjá kvinnum í Ukraina og verða við til at fyribyrgja valdsnýtslu.

 

Teir skulu eisini verða við til at tryggja leiklutin hjá kvinnum í einari endurbygging av landinum.

 

Sagt verður, at ukrainsku kvinnurnar hava ein týdningarmiklan leiklut í mótstøðuni móti hersetingarvaldinum og endurbygging av landinum.

 

- Tað er ein neyðug íløga at styrkja rættindini og luttøkuna hjá kvinnum í einum rættvísum og burðardyggum Ukraina.

 

Tað sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.