Í álendska miðlinum, ið nevnist: "Nya Åland" hevur formaðurin fyri álendsku oyggjaleikanevndina, Peter Enberg - ið er væl kendur millum flogbóltsfólk í Føroyum - harðar atfinningar um komandi oyggjaleikirnar í Orknoyggjum, ið byrja 12. juli. Sambært Peter Enberg er tað ikki optimalt, at leikirnir enda í einum oyggjalandi, ið so dánt fær hýst 12 ítróttargreinum, har tað enntá er skorið inn á bein í onkrum ítrótti, so øll ikki fáa luttikið. Tað er t.d. galdandi í fótbóltskappingunum á hesum oyggjaleikunum.
Tá tað var lutakast um hvørji oyggjalond kundi kappast í avmarkaðu fótbóltskappingini á Orknoyggjum stóðu bæði kvinnulandsliðið og manslandsliðið hjá Álandi við svartaperi, og sluppu ikki at luttaka. Men tá fótbóltslandsliðini hjá Guernsey av fíggjarligum ávum, og vegna mangul upp á innivist sendu avboð til fótbóltskappingarnar, bað manslandsliðið hjá Álandi um loyvið at sleppa at kappast á oyggjaleikunum. Men seinni broytti fótbóltssambandið á Álandi hugsan, og tók avgerð um ikki at senda manslandsliðið til oyggjaleikirnar á Orknoyggjum. Tað bleiv alt ov dýrt.
Álendingar koma bara at senda 40 ítróttarfólk til Orknoyggjar, ið er eitt tað minsta talið av íðkarum Áland nakrantíð hevur sent til oyggjaleikir.
- Tað er ein vøkur hugsan, at øll skulu hava møguleikan at skipa fyri oyggjaleikunum, men viðhvørt haldi eg, at tað er annað enn ítróttur sum stýrir oyggjaleikunum. Sigur Peter Enberg í samrøðuni við Nya Åland.
- Ítrótturin verður ikki raðfestur. Tað kunnu vera upp til 18 ítróttargreinir við á oyggjaleikunum, og tað mugu vera (sum í Orknoyggjum hesaferð, red.) í minsta lagi 12 ítróttargreinir. Stóri trupuleikin er, at fleiri ítróttir hava verið burtur frá oyggjaleikunum fleiri ferðir á rað. Tað eigur at finnast eitt krav um, at hvør ítróttargrein í minsta lagi er við á øðrum hvørjum oyggjaleikum. Og ein má tá velja vertslond, ið hava umstøðurnar at hýsa kappingarnar í teimum ítróttunum. Eg skilji væl, at ein ikki kann byggja ein golfvøll bara til oyggjaleikir. Men um golf ikki sleppur við teir einu oyggjaleikirnar, so eigur golf at vera við til komandi oyggjaleikirnar, har eitt oyggjaland við golfvølli hýsir oyggjaleikunum. Sigur Peter Enberg.
Við Nya Åland sigur Peter Enberg, at eitt rotasjónskervið, ið tryggjar ítróttargreinunum luttøku á minst aðru hvørjum oyggjaleikum eigur at setast í verk. Peter Enberg vísir á, at flogbólturin hevur nú ikki verið á oyggjaleikunum í átta ár, og tað er als ikki í ordan. Fyri álendingar og føroyingar hevur tað verið stórur saknur í flogbóltinum á oyggjaleikunum.
Peter Enberg heldur, at øll ítróttarfólk hjá oyggjaleikalimalondunum eiga at sleppa at uppliva at kappast á oyggjaleikum. Tað gerst bert við at tryggja teimum møguleikan minst aðru hvørjar oyggjaleikir.
- Ein má aftur seta ítróttin í fokus. Slær Peter Enberg fast í samrøðuni við Nya Åland.
HER ber til at lesa alla samrøðuna Nya Åland hevði við Peter Enberg. Tað kostar eina hálva evru at fáa atgongd til samrøðuna. Samrøðan eigur tó at hava stóran áhuga hjá øllum, ið varða av, og hava áhuga í oyggjaleikunum.