Aftur ein føroyingur á Top 20 undir 30

NORDIC MUSIC BIZ kunnger Top 20 undir 30 – aftur nú er ein føroyingur millum vinnararnar

Tíðindaskriv:

Áttanda árið á rað kunnger NORDIC MUSIC BIZ Top 20 undir 30 vinnarar. Hátíðarhaldið, har heiðurslønirnar verða latnar, verður hildið á by:Larm Festivalinum í Oslo í Noregi 11. september 2024. Triðja árið á rað er ein føroyingur umboðaður millum vinnararnar – hesaferð er tað Dania O. Tausen.

 

Á ársins Nordic Music Biz Top 20 Under 30 átakinum avdúkar norðurlendski tónleikaídnaðurin 20 ung talent undir 30, sum eru við til at bera norðurlendska tónleikaídnaðin fram á leið. Nordic Music Biz 20 Under 30 átakið er íverksett av NOMEX (Nordic Music Export).

Hetta áttanda árið hevur Nordic Music Biz Top 20 Under 30 átakið valt at undirstrika fjølbroytnið í ymiskum tónleikageirum og -sjangrum innan tónleikaídnaðin, sum spegla ríka og fjølbroytna tónleikapallin í norðurlondum.

Handan leiktjøldini spæla hesi ungu profesionellu fólkini ein týdningarmiklan leiklut í at fremja norðurlendskan tónleik og styrkja altjóða árinið, sum norðurlendski tónleikurin hevur, við at koma við nýggjum sjónarmiðum og nýhugsandi íkøstum til tónleikaídnaðin, sum mennir seg alla tíðina.

Hvørt ár velur ein nevnd 20 einstaklingar undir 30 ár, sum verða sæddir sum møguligir framtíðar leiðarar innan ídnaðin. Hesir vinnarar verða heiðraðir á by:Larm Festivalinum – eitt sera týdningarmikið hátíðarhald fyri norðurlendska tónleikaídnaðin, sum verður hildið í Oslo í Noregi. Festivalurin í ár verður 11. september.

Ársins vinnarar í Nordic Music Biz Top 20 Under 30 í 2025 eru valdir við støði í ymiskum metingum, ið fevna um: vøkstur í virksemi teirra, kós og ferð á tónleikalívsleið teirra, viðurkenningina í ídnaðinum, ávirkan á tónleikaídnaðin seinastu tíðina, listarligu menning og nýhugsan teirra, konsertinntøkur, sølu, stroymingardátur, herferðir og eksponering gjøgnum útvarp og sjónvarp.

Vit hava ta stóru gleði at kunna boða frá, at føroyska Dania O. Tausen er at finna millum ársins vinnarar.

##med2##

 

Í grundgevingini orðar nevndin seg soleiðis um Daniu:

Dania O. Tausen – FØROYAR

Dania O. Tausen er ein framúrskarandi framtaksmegi í føroyska tónleikaumhvørvinum – serliga handan leiktjøldini. Síðani hon gjørdist partur av óhefta plátufelagnum Tutl í 2019, hevur hon fingið ein lyklaleiklut í virkseminum hjá felagnum. Hon byrjaði sum hjálparfólk, men vísti skjótt serligar gávur innan fyrisitingarligt og samskipandi arbeiði. Tí er Dania nú vorðin ein ómissandi partur av fyritøkuni.

Ábyrgd hennara fevnir um at svara fyrispurningum frá tónlistafólkum, at skriva sáttmálar, at hava eftirlit við framleiðsluni av fysiskum tónleikaútgávum og at umsita ta vikuligu talgildu útbreiðsluna av øllum útgávunum hjá Tutl. Eitt arbeiði, ið er alneyðugt fyri, at felagið skal røkka so langt út í heim sum gjørligt. Umframt hetta arbeiðir hon eisini við marknaðarførslu og útgávutiltøkum, og er vorðin in-house grafiskur sniðgevi. Hennara neyva arbeiðslag, effektivitetur og brennandi áhugi gera hana ómissandi bæði fyri felagið og fyri føroyska tónleikaumhvørvið sum heild.

Dania umboðar eisini Tutl og føroysk tónlistafólk í útheiminum, og hevur luttikið á tiltøkum sum Tallinn Music Week, Eurosonic, The Great Escape, Reykjavík Airwaves, Arctic Sounds og øðrum, har hon hevur verið við til at knýta sambond millum føroyska tónleikapallin og altjóða tónleikavinnuna.

Harumframt er hon eisini persónliga ein hollur og eldhugaður stuðul hjá live tónleikapallinum í Føroyum. Í heimbygd síni, Toftir, tók hon stig til nýggja spælistaðið Blómuhúsið, tí hon skilti týdningin av at stuðla livandi tónleiki í einum lítlum samfelag. Frá 2020 til 2023 sat hon eisini í nevndini í Havnar Jazzfelag, har hon var við til at menna føroyska jazzumhvørvið, og var við til at samskipa, finna og gera avtalur um tónleik til jazzfestivalin Vetrarjazz.

Umframt sítt vinnuliga virksemi er Dania eitt djarvt og høgt virðismett tvørlistarligt listafólk. Sum yrkjari, sangskrivari og framleiðari er hon kend fyri at viðgera evni sum trúgv, iva, samleika og mál, altíð framført við falsloysi og í einum skemtingarsomum anda. Hennara fyrsta yrkingasavn og heimildarfilmur SKÁL setti kjak í gongd í Føroyum, og hennara heildarútgávur gonguteigatúnatos (2021) og ja/nei – og restin av vikuni (2023) hava fingið góð ummæli; tann seinna vann heiðurin Ársins Heildarútgáva á FMA – Faroese Music Awards. Dania framførir bæði einsamøll, við a’capella jazztrio’ini SWAY og við hip hop-bólkinum Aggrasoppar, har hon bjóðar áhoyrarum list á høgum støði, við sera viðkomandi innihaldi orðað á einum ríkum máli, ið speglar nútíðarinnar føroyska samleika í øllum sínum samansetta fjølbroytni.

Við sínum sjáldsama samanspæli av fyrisitingarligari styrki, skapandi visjón og samfelagsligum ágrýtni er Dania O. Tausen ein veruligur leiðari á veg fram innan norðurlendskan tónleik.

Viðfest finnur tú ein fullfíggjaðan lista yvir allar 20 vinnararnar av Nordic Music Biz Top 20 Under 30 heiðurslønini í ár, saman við upplýsingum um nevndina og um vinnarar undanfarin ár v.m. Í fjør var føroyski vinnarin Fríði Djurhuus, og árið fyri var føroyski vinnarin Marianna Winther Nagata.

 

##med3##