Myndir: Tá Fámjinstunnilin lat upp

Mikudagin 25. juni 2025 lat Fámjinstunnilin upp fyri almennari ferðslu

 

Hátíðarhaldið fór fram nærhendis tunnilsmunnanum Øravíkarmegin, har Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, Marjun W. Thomassen, stjóri á Landsverki, Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu og Sigtór A. Petersen, stjóri í P/F J&K Petersen, hildu røður.

 

Tað var Svend Joensen úr Fámjin, ið koyrdi fyrsta túrin ígjøgnum.

 

Tvøroyrar Hornorkestur spældi. Hornorkestrið framførdi eisini verkið, ið er gjørt til høvið. Talan er um verkið “Merkið”, ið Pauli Hansen hevur skrivað.

 

Hetta skrivar landsverk.fo, og har er eisini stór myndarøð rá løtuni at síggja.  Trýst her: Myndarøð: Fámjinstunnilin letur upp