U21 HM: Veddingarfyritøkurnar hava Portugal sum greiðan favoritt móti Føroyum

Her eru oddsini upp á HM-hálvfinaluna Føroyar-Portugal

Mynd: IHF

Í annaðkvøld klokkan 20 verður søguliga HM-hálvfinalan í manshondbólti millum U21-landsliðini hjá Føroyum og Portugal í Sosnowiec í Póllandi.

 

Føroyar vunnu 35-33 (19-13) á Slovenia, og Portugal vann 30-26 (13-13) á Egyptalandi í fjórðingsfinalunum.

 

Fimm altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava eina greiða favorittstøðu til Portugal.

 

Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 3,60 og 4,02.

 

Oddsini upp á portugisiskan sigur liggja millum 1,37 og 1,40. 

 

Oddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 9,00 og 11,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: IHF