Niclas Højgaard Eysturoy vart ph.d. um knækanningar í Føroyum

Fríggjadagin 20. juni vardi Niclas Højgaard Eysturoy, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, sína  ph.d.-ritgerð um føroyska knækanningarbólkin, sum hann hevur arbeitt við í fleiri ár, skrivar gransking.fo.

 

Í verkætlanini hevur Niclas Højgaard Eysturoy kanna títtleika, orsøkir og ávirkan av knæskeljakeiking á ungdómin í Føroyum. Eisini verður kannað, um hetta er við til at fremja slitgigt handan knæskelina eins og hvørja ávirkan tað hevur á lívsgóðskuna.

 

Hann hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum og hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Københavns Universitet.

 

Ritgerðin kallast: The Faroese Knee Cohort: An investigation of epidemiology and implications of patellar dislocation and trochlear dysplasia

 

Kristoffer Barfod, professari á Københavns Universitet og serlækni í ortopedi á Bispebjerg Hospital, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Lars Blønd, yvirlækni á Aleris Hospital Søborg, og Hans-Christen Husum, granskari á Aalborg Universitetshospital, hava verið hjávegleiðarar.

 

Í metingarnevndini vóru:

Adam Witten, kliniskur lektari á Institut for klinisk medicin, Københavns Universitet, og lækni á Hvidovre Hospital, formaður

Ole Rahbæk, professari og leiðandi yvirlækni á Aalborg Universitetshospital

Eivind Inderhaug, professari og yvirlækni á Helse Bergen og Haraldsplass Diakonale Sykehus

 

Granskingarráðið hevur stuðlað hesi ph.d.-verkætlanini.

 

Les meira um granskingina hjá Niclasi Højgaard Eysturoy á pure.fo.

 

Mynd: (c) Privatmynd - f.v.: Hans-Christen Husum, Niclas Højgaard Eysturoy, Kristoffer Barfod og Lars Blønd