Eitt ferðsluóhapp var í Miðvági í gjár, har tveir bilar stoyttu frontalt saman. Orsøkin til óhappið var, at annar bilurin skuldi snara til vinstru, so rendu teir meira ella minni frontalt saman, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Vaktleiðarin veit ikki, hvør hevði ábyrgdina av óhappinum. Men tað vanliga er, at tá ein bilførari snarar til vinstru – og skal tvørtur um koyribreytina hjá mótkoyrandi ferðsluni, so skal hann bíða, til mótkoyrandi ferðslan er farin framvið.
Vaktleiðarin sigur, at hetta verður nú kannað nærri – eisini um onnur viðurskifti eru, sum hava havt ávirkan.
Annars hevur samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni.