Kvinnan hevði á almennu Facebook-síðuni hjá Kringvarpi Føroya viðmerkt eina grein um ein dóm, sum dómarin hevði sagt. Í viðmerkingini hótti hon dómaran eftir lívinum.
Kvinnan greiddi frá, at viðmerkingin ikki skuldi skiljast sum ein hóttan, og at orsøkin til viðmerkingina var, at hon helt, at revsingin fyri kynslig brotsverk í Føroyum er ov lág.
Ákæruvaldið kravdi kvinnuna dømda fyri viðmerkingina, tí talan var um eina greiða hóttan eftir lívinum hjá dómaranum. Hetta er brot á § 119 í revsilógini, sum verjir starvsfólk, ið útinna alment álagda tænastuskyldu ella starvsskyldu.
Rætturin dømdi kvinnuna 40 daga treytaða fongsulsrevsing við treyt um at gera 60 tímar samfelagstænastu. Umframt at verða dømd fyri at hótta dómaran, varð kvinnan eisini dømd fyri at hótta persónin, sum hevði móttikið dómin, sum greinin snúði seg um.
Av tí, at tað var ein dómari hjá Føroya Rætti, sum varð hóttur, vóru allir dómararnir í Føroya Rætti ógegnigir. Tí var ein setudómari úr Danmark dómari í málinum.