Elon Musk fer at skerja stuðulin til politiskar flokkar

Størsti fíggjarligi stuðulin hjá Republikanska flokkinum, Elon Musk, ætlar at brúka munandi minni uppá politikk.

Elon Musk var størsti fíggjarligi stuðul hjá Republikanska flokkinum í 2024. Í dag boðaði hann frá, at hann fer at skerja stuðulin í framtíðini, skrivar Reuters. (Arkivmynd). - Mynd: Nathan Howard

Handilsmaðurin Elon Musk fer at skerja útreiðslurnar til at stuðla politiskum flokkum munandi.

Tað segði hann á búskaparráðstevnu í Katar, sambært tíðindastovuni Reuters.

Musk brúkti umleið 300 milliónir dollarar til at stuðla forsetavalevninum hjá Donald Trump og republikanska flokkinum í fjør.

Tað gjørdi hann til tann mest gávumilda fíggjarliga gevaran hjá flokkinum í 2024.

– Eg ætli mær at gera nógv minni í framtíðini. 

– Eg haldi, at eg havi gjørt nóg mikið, sigur hann í Katar.

Við sama høvi segði stjórin í Tesla, at hann ætlar at vera á odda fyri elbilaframleiðaranum í fimm ár afturat.

 

/Ritzau/

 

 

 

Elon Musk var størsti fíggjarligi stuðul hjá Republikanska flokkinum í 2024. Í dag boðaði hann frá, at hann fer at skerja stuðulin í framtíðini, skrivar Reuters. (Arkivmynd). - Mynd: Nathan Howard