51 deyð í eldi í náttklubba í Norðurmakedonia

Eldur á einum norðurmakedonskum náttklubba verður hildin at vera byrjaður undir eini konsert, har fleiri túsund fólk luttóku.

Bjargingarlið eru til staðar við náttklubban í Kocani í Norðurmakedónia, har eldurin kyknaði. - Mynd: Ognien Teofilovski

51 fólk eru fráboðað deyð í einum eldi á einum náttklubba tíðliga í morgun í býnum Kocani í Norðurmakedonia.

Tað sigur norðurmakedonski innanríkisráðharrin, Panche Toshkovski, sambært tíðindastovuni AFP.

Samstundis eru fleiri enn 100 fólk særd, verður sagt.

Eldurin verður hildin at vera kyknaður á náttklubbanum Pulse undir eini konsert, har fleiri túsund fólk luttóku.

Eldurin skal hava verið orsakað av pyroteknikki, upplýsir norðurmakedonska innanríkisráðið, sambært tíðindastovuni dpa.

Ein lokal sjónvarpsstøð heldur, at eldurin kann stava frá útgerð, sum varð brúkt til ljóseffektir undir konsertini. Hesar upplýsingar eru ikki váttaðar.

Konsertin byrjaði á midnátt, og sambært AFP vóru áhoyrararnir í høvuðsheitum ung fólk.

 

##med2##

Á Instagram-profilinum hjá náttklubbanum stendur, at bólkurin DNK spældi tónleikin. Sambært AFP er DNK ein vælumtókt hip hop-duo í Norðurmakedonia.

Eldurin kyknaði og breiddi seg til loftið og takið á náttklubbanum, skrivar tíðindastovan Reuters.

Nágreiniliga talið av offrum og skaddum er framvegis ásett, upplýsir ákæruvaldið í Norðurmakedonia sambært Reuters.

##med3##

 

Fleiri av teimum særdu eru flutt til høvuðsstaðin, Skopje, til viðgerðar, tí lokala sjúkrahúsið í Kocani var yvirfylt. Hetta upplýsa lokalir miðlar sambært dpa.

Kocani hevur umleið 25.000 íbúgvar og liggur umleið 100 kilometrar í ein útsynning frá høvuðsstaðnum í Norðurmakedonia, Skopje.

 

/Ritzau/

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

 

 

Bjargingarlið eru til staðar við náttklubban í Kocani í Norðurmakedónia, har eldurin kyknaði. - Mynd: Ognien Teofilovski

Mynd: Robert Atanasovski/AFP/Ritzau Scanpix

Mynd: Robert Atanasovski/AFP/Ritzau Scanpix

Mynd: Ognen Teofilovski/Reuters/Ritzau Scanpix

Mynd: Ognen Teofilovski/Reuters/Ritzau Scanpix

Mynd: Ognen Teofilovski/Reuters/Ritzau Scanpix

Mynd: Ognen Teofilovski/Reuters/Ritzau Scanpix