Beint eftir klokkan eitt í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður var dottin uttan fyri Hotel Hilton í Havn. Maðurin er eftir øllum at døma dottin av Staravegnum og niður í túnið uttan fyri hotellið. Fallið er einar tríggjar metrar.
Fólk sóu tilburðin, og hjálpin kom alt fyri eitt. Men maðurin var deyður av fallinum.
Talan er um ein føroying í fimmtiárunum, og tey avvarðandi hava fingið boðini, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Tey sum sóu tilburðin hava fingið kreppuhjálp.
Løgreglan fær ikki sagt meira um smálutirnar í málinum, tí fleiri avhoyringar skulu gerast, sigur vaktleiðarin á politistøðini.