Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, skrivar soleiðis um Hans Jacob Hjelm:
Tað vóru tung boð, sum okur fingu í morgun. Vágbingurin Hans Jacob Hjelm var farin. Hans Jacob hevur fylt nógv í bygdarlívinum í Vági bæði sum privatpersónur og sum starvsfólk hjá Vágs Kommunu. Ein, sum altíð var til reiðar at hjálpa og tryggja, at tingini gingu upp í eina hægri eind.
Jeg tosaði við Hans Jacob og Arnleyð í SMS í gjár. Lagið var gott, og tey gleðust um at fara í Dansifrøði at hugna sær. Ongin visti tá, at hetta skuldi vera seinastu ferð, jeg sá hann og fekk eitt prát við hann. Soleiðis kann lívið vera ófyrisigandi og hart.
Sum starvsfólk hjá Vágs Kommunu var Hans Jacob ein sera virkin og dugnaligur maður. Starvsfelagarnir hava mist ein vin, ein álítandi arbeiðsfelaga og ein, ið altíð var klárur at taka eina hond í. Tað var eyðkent fyri hann, hann vildi hava, at alt riggaði, og hann var ongantíð bangin fyri at taka ábyrgd.
Men Hans Jacob var ikki bara ein arbeiðsfelagi, hann var ein partur av lívinum í bygdini. Hvørt tað var ítróttur, mentan ella onnur tiltøk, so var hann altíð til staðar. Hans Jacob var ein av teimum, ið gjørdu Vágsbygd til eitt betri stað at búgva og virka í.
At missa ein slíkan persón er ein stórur missur bæði fyri familjuna, fyri Vágsbygd. Tí menn sum Hans Jacob eru teir, ið gera, at eitt stað følist sum heima.
Mín djúpasta samkensla fer til Arnleyð og familjuna. Hans Jacob verður saknaður, men minnini um hann fara ongantíð at hvørva.