Aðalfundur og val verður 8. mars

Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður á Hotel Hilton leygardagin 8. mars klokkan 13:00

Árligi aðalfundurin hjá FSF verður á Hotel Hilton leygardagin 8. mars klokkan 13:00 - Mynd: Savnsmynd/Hans Erik Danielsen

Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður á Hotel Hilton leygardagin 8. mars klokkan 13:00. Hetta er samstundis aðalfundur nummar 47, síðani felagsskapurin varð settur á stovn tann 13. januar í 1979.

 

- Fundurin verður sambært lógum felagsins. Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi 30 dagar fyri aðalfundin, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Forsetin, Christan F. Andreasen, og tríggir starvsnevndarlimir, Róin Schrøter, Fríðin Ziskason og Rúni Herup Olsen, standa fyri vali. Her er vert at bíta merki í, at tað verður í minsta lagi ein broyting, tí ein kvinna skal veljast inn.

 

Hini í starvsnevndini eru Heri á Rógvi, Anja Rein og Maria Jóhannusardóttir Joensen.

 

Árligi aðalfundurin hjá FSF verður á Hotel Hilton leygardagin 8. mars klokkan 13:00 - Mynd: Savnsmynd/Hans Erik Danielsen