Ein bussur er koppaður út av landsvegnum í Vágum millum flogvøllin og Vatnsoyrar.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at tey júst hava fingið boð um, at eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, og at tað umframt bussføraran bara var eitt fólk í bussinum.
– Men vit settu alt apparatið í gongd, tá vit fingu boðini um, at ein bussur var koppaður. So har eru politibilar og sjúkrabilar farnir á staðið, sigur hann.
Enn er ikki greitt, hvør orsøkin er, men vaktleiðarin sigur, at nógvur vindur er í Vatnsoyrum, har tað er 19 metrar um sekundið, sum liggur beint tvørtur um vegin har á leiðini.