Tað passaði kortini inn í kalendaran hjá grønlendska landsstýrisformanninum, Múte Bourup Egede, nú hann skuldi hitta Kristian kong í dag.
Landsstýrisformaðurin skuldi upprunaliga hava fund við Fríðrik kong í dag kl 10 á Amalienborg slotti. Men fundurin varð útsettur mánadagin.
Í dag sæst úr kalendaranum hjá kongshúsinum, at kongurin tekur ímóti Múte Bourup Egede í dag klokkan 14 á Amalienborg slotti - fýra tímar seinni enn upprunaliga ætlað.
Í sambandi við, at vitjanin varð útsett, segði landsstýrisformaðurin, at talan var um "reinan kalendarafimleik".
Tað var ikki nógv at frætta um fyrstu ætlaðu vitjanina millum kongin og landsstýrisformannin, annað enn at kongurin skuldi taka ímóti Múte Bourup Egede á Fríðriki VIII-palæ á Amalienborg mikudagin kl 10.
Nýggi fundurin er heldur ikki útgreinaður nærri. Kongshúsið boðar Ritzau frá, at tað hevur einki annað at leggja afturat enn tað, sum stendur í kalendaranum.
Útsetingin fall saman við, at Donald Trump Jr., sonur komandi amerikanska forsetan, Donald Trump, var á vitjan í Grønlandi.
Formaðurin í grønlendska landsstýrinum avsannaði fyri grønlendska miðlinum Sermitsiaq, at avlýsingin hevði nakað við politikk at gera, og legði aftur dent á, at talan var um, at kalendarin skuldi ganga upp.
At landsstýrisformaðurin útsetti upprunaliga fundin við kongin varð av mongum sæð sum ein greiður boðskapur til Danmarkar.
- Óansæð um samanhang er ella ikki, uttan mun til hvør orsøkin til avlýsingina kann vera, so er trupult at síggja avlýstu vitjanina sum annað enn eyðmýking av Fríðriki kongi, segði Jakob Steen Olsen, kongligur viðmerkjari á Berlingske .
Hetta grundgav hann millum annað við, at Fríðrikur kongur er "symbolið hjá Danmark", og at tað tí kann upplivast sum ein avvísing av Danmark.
Kongligi søgufrøðingurin Sebastian Olden-Jørgensen segði við B.T., at tað mátti skiljast sum ein "symbolsk valdssýning".
- Hann vil markera, at hann ikki noyðist at smikra fyri Danmark, segði hann við fjølmiðlarnar týsdagin.
/Ritzau/