Hin 3. januar lýsti ráðgevingarfyritøkan Nira handilsbygningin í Skopun, har Á-handilin húsast, til sølu – um nøktandi boð kemur. Í bygninginum er eisini pizzaria.
- Møguleiki er hjá keypara at yvirtaka verandi handilsvirksemi - ella at annað virkemið verður í bygninginum framyvir.
Í lýsingini verður víst á, at góðir og fjølbroyttir framtíðarmøguleikar eru við bygninginum hjá rætta keyparanum, sum tikið verður til.
- Grundøkið er eisini ávegis at verða ásett til íbúðarbygging, sum gevur møguleika at byggja íbúðir á staðnum, verður lagt aftrat.
Tað er Handilshøllin í Skopun, ið eigur bygningin, sum tilsamans er 530 fermetrar stórur, og grundøkið er 1.313 fermetrar.
Sámal Hanni Lognberg, sum stendur fyri virkseminum í Lonini, ásannar, at sølan av gerandisvørum er nakað minkað, síðan Sandoyartunnilin læt upp fyri góðum ári síðan.
- At vit nú hava gjørt av at lýsa bygningin og virksemið til sølu, merkir ikki, at handisvirksemið er í einari akuttari støðu. Er sølan minni, ber sjálvsagt til at tillaga goymsluna samsvarandi.
Hann heldur, at tað er meira áhugavert er útvikla enn avvikla, sum hann tekur til, og eitt av endamálunum við at lýsa virksemi til sølu er at vita, hvat virksemi og bygningur eru verd.
- Antin virksemið verður selt ella farið verður í møguligt samstarv, so er gott at vita, hvørji virðir vit hava við at gera.
Sámal Hanni Lognberg heldur, at tað er betur at vera frammi í skónum enn at vera ov seinur á sjóvarfallinum.
##med2##
- Tað skal tó eingin ivi vera um, at mítt hjarta brennur fyri, at vit eisini í framtíðini hava ein Á-handil í Sandoynni.
Í mai í ár verða 19 ár liðin, síðan Lonin læt upp í nýggjum bygningi, og tað verða 20 ár í mars, síðan hjúnini, Sámal Hanni og Krista, byrjaðu sítt handilsvirksemi í leigaðum hølum í Skopun.
- Nú fáa vit at síggja, hvussu verður, og fyribils verður handilsvirksemið í Skopun sum vanligt, sigur Sámal Hanni Lognberg.