ARROGANTAR HÓTTANIR sum MINNA um GRENADA-INVASIÓNINA

Tey flestu minnast væl, hvussu forargaðir og uppøstir tjóðveldismenn og serliga framamenn vóur, tá ið USA heystið 1983 leyp á tað lítla fátæka oyggjarsamfelagið, GRENADA í tí Caribiska havinum.

Invasiónin kallaðist "Urgent Fury". Álopið kostaði 19 lív fyri amerikanarar og meira enn tað dupulta talið av dripnum grenadabúgvum, sum royndu at verja seg manniliga. 

Tá vóru brúkt øll hugsandi skemdarorð av føroyskum nationalistum um USA. Teir kallaðu USA fyri eitt rátt og brutalt stórveldi, sum bara kravdi og brúkti primitiva makt, hvis teir ikki fingu sín vilja. 

Bæði England og Canada fordømdu harðliga ta ráu invasiónina. 

Men nú støðan er næstan analog, har USA arrogant krevur "sín vilja" í Grønlandi kappast nógvir av teimum gomlu føroysku kommunistunum um at fagna USA fyri, at man brúka makt og ikki diplomati í Grønlandi, og serliga skaðafróir fegnast tjóðveldistar og aðrir nationalistar á facebook um, at Danmark verður hóttað og eyðmýkt í Grønlandi. 

Ja, tjóðveldistiskur logikkur er sera løgin. Nú solidarisera teir seg opinlýst við tí stórveldi, sum teir eirindaleyst spiltu út fyri rátt maktmisbrúk og ómoralskan internationalan atburð í 1983. 

Tíðir broytast, men tann føroyska nationalisman er heilt forútsigilig við systematiskt og konsekvent at svína Danmark út. 

Fáa grønlendingar (inuittar) tað betri kulturelt og socialt undir einum brutalum ómoralskum stórveldi? 

Ja, vit kunnu bara hyggja eftir, hvussu inuit-mentanin hevur tað í Alaska og Canada, har tann anglosaksiska kulturimperrialisman næstan hevur beint fyri identitetinum hjá inuittum. 

Hvussu nógv er eftir av teirra máli og mentan?