– Eg segði, at eg fór aldrin aftur at arbeiða á flakavirki, eg tímdi illa júst tá.
Tá Marjun Olsen byrjaði aftur í starvinum fyri 11 árum síðani, væntaði hon ikki, at hon fór at tíma arbeiðið, men soleiðis bleiv ikki, tí hon treivst beinanvegin á virkinum.
##med2##
Í 80'unum var tað toskur, hýsa og upsi, sum bleiv virkaður, og í 2014 varð eisini arbeitt við upsa. Hetta er nú broytt, tí í dag er tað mest svartkalvi, sum verður virkaður á Vestmanna Seafood.
Marjun Olsen leggur fiskin á bandið. Onkuntíð stendur hon einsamøll við bandið, og onkuntíð eru tær tvær.
– Tá nógv fólk eru á virkinum, kunnu vit vera tvær við bandið, tað riggar ordiliga væl, fiskurin er stórur, bandið koyrir spakuliga, og tí fáa vit prátað.
Bandið sum Marjun Olsen stendur við, er helst kaldasta staðið á virkinum, tí frystarin er beint við, tí er neyðugt at lata seg í heit klæðir.
– Eg tími ikki at standa og frysta, so eg lati meg í. Tað er ikki líka kalt um hesa tíðina, men um veturin er kalt, og tað merkist um hendurnar.
Tað tekur hálvan annan tíma frá svartkalvin verður lagdur á bandið, til at hann kemur út í hinum endanum og verður pakkaður.
– Tá eg eri liðug at leggja á bandið, er mín arbeiðsdagur liðugur. Teir sum pakka arbeiða hálvan annan tíma ella longur, aftaná at eg eri liðug at leggja á bandið.
Tí møta tey sum pakka klokkan 9:30, og arbeiða til liðugt er.
Tað er skiftandi arbeiðistíðir á virkinum, og tað er sjáldan, at tey hava fulla arbeiðisviku. Tí eru nógvir dagar við ongum arbeiði, men tá arbeiði er, eru dagarnir ofta langir.
– Vit arbeiða, til alt er liðugt. Tað kann vera klokkan 18, 20 onkuntíð longur.
##med3##
Arbeiðið skipað smidliga
Tá arbeitt verður við svartkalva eru vanliga 19 fólk til arbeiðis. Tá sild og makrelur verður virkaður eru 40 fólk til arbeiðis, og arbeitt verður í tveimum vaktum. Dagvaktin arbeiðir frá klokkan 8 til 20 og náttarvaktin frá klokkan 20 til 8.
Tá arbeitt verður við makrel og sild, er vanligt at skúlanæmingar koma til arbeiðis, og tey allar flestu trívast væl.
– Tey ungu fólkini eru fitt og røsk, eg beundri tey. Vit arbeiða 12 tímar, tað er eingin trupulleiki, vit arbeiða eisini um vikuskiftini, og tað er heldur eingin trupulleiki.
##med4##
Kvinnurnar eru í stórum minniluta á virkinum.
– Í dag eru vit fimm. Ofta havi eg verið einsamøll, aðrar dagar hava vit verið tvær. Tá arbeitt verður í tveimum vaktum eru fleiri konufólk.
Marjun Olsen veit ikki, hví kvinnurnar eru færri í tali, men tey starvsfólk sum eru á virkinum, eru støðug.
##med5##
Arbeiðið og pausurnar eru smidligar, og starvsfólkini laga seg eftir hvør øðrum, soleiðis at til ber at halda longri steðg.
– Pausurnar eru langar hjá okkum. Nú havi eg hálvan tíma, hóast tað eitur 20 minuttir, tí ein onnur stendur har. Tað er ikki nógvastaðnis, at pausirnar eru so langar, aðrastaðni er tað ógvuliga knívskorið, men vit loysa hvønn annan av, tí kunnu vit hava longri steðg.
Á sama hátt verður gjørt hjá teimum sum pakka. Tað eru fýra mans sum pakka, og teir skiftast at fara í pausu, og skifta pláss.
Marjun Olsen gleðist um, at arbeiðið kann skipast smidliga, og hon heldur at trivnaðurin á Vestmanna seafood er góður.
– Hetta er sosialt arbeiði, vit hava tað gott saman, og eg tosi so við øll.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##