Jonna Jensia hevur sett sandoyarstevnu í Húsavík

Hetta vikuskiftið er sandoyarstevna, og í ár er tað Húsavík, sum eigur tørn at skipa fyrii, og tað gera tey við forvitnisligari skrá, har nakað er til øll

Stevnutiltakið byrjaði í kvøld klokkan 18.30 við skrúðgongu við ítróttarfólkum í Sandoynni, og tá skrúðgongan var komið á Magnusarbakka, setti Jonna Jensia J. Thomsen stevnuna.

 

Soleiðis, sum viðheftu myndir vísa, var væl av fólki samankomið, og í Húsavík vænta tey nógv fólk til bygdar um vikuskiftið, nú bygdin hýsir stevnuni. 

 

Tá djóradagur var í Húsavík, sum er eitt afturvendandi tiltak, var nógv fólk í bygdini. Sandoyarstevnutiltakið er rættiliga stórt, og tí verður roknað við nógvum fólki hetta vikuskiftið.

 

Síðan Sandoyggin fekk fast samband við meginøkið við tunli, er koyrandi úr meginpartinum av landinum í oynna - og soleiðis eisini til Húsavíkar.

 

Dagurin í morgin verður hin stóri dagurin á stevnuni, men longu í kvøld eru eisini nøkur tiltøk á skrá, sum helst fara at savna væl av fólki. 

 

Nú klokkan 19.30 verður grillin tendrað uttanfyri bygdahúsið, Sólarris, og her fáast góðir stevnuburgarar, sodavatn, kaffi, te, øl og cider.

 

Klokkan 19.30 fer Filip á Smið at syngja, og klokkan 20.30 verður tað Rani Nolsøe.

 

Úr Húsavík verður sagt, at pub-quis verður klokkan 21.30 í kvøld. Tað verður Hjørleif Sørensen, sum skipar fyri, og her fáast eisini drykkjuvørur og annað til keyps.

 

Vit fara at venda aftur við morgindegnum í øðrum greinastubba her á In.fo, og vit kunnu bara siga, at í morgin verður rættiliga nógv á skránni í Húsavík.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##