VIDEO: Brasilska Fluminense vann seg í HM-hálvfinaluna

(Video) Her eru hæddarpunktini frá HM-fjórðingsfinaluni Fluminense-Al Hilal 2-1 (1-0)

Mynd: Ritzau Scanpix

Brasilska liðið, Fluminense hevur vunnið seg í hálvfinalurnar í HM-endaspælinum fyri felagslið.

 

Í fjórðingsfinaluni á Camping World leikvøllinum í Orlando í Florida eydnaðist tað Fluminense at vinna 2-1 á saudiska Al Hilal, ið hevði eina lítla favorittstøðu undan dystinum.

 

Martinelli legði Fluminense á odda fimm minuttir undan steðginum. Seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki tá Marcos Leonardo javnaði fyri Al Hilal. Í 70. minutti skoraði Hércules sigursmálið fyri Fluminense. Al Hilal hevði bóltin væl meira, og teir høvdu fleiri royndir á málið hjá mótstøðuliðnum, men teir dugdu ikki líka væl at taka av møguleikunum.

 

Ein triðingur av setrunum vóru tóm undir dystinum, og tað er ikki gott fyri eina HM-fjórðingsfinalu. 

 

Fluminense-Al-Hilal 2-1 (1-0)

1-0 Martinelli ('40)

1-1 Marcos Leonardo ('51)

2-1 Hércules ('70)

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Fluminense og Al Hilal:

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix