- Tað er so týdningarmikið, at vit seta hvørjum øðrum stevnu og eru saman, tá høvini eru, og soleiðis eigur tað eisini at vera á varmakeldu, sigur fuglfirðingurin og løgtingslimurin, Bárður á Lakjuni

Løgtingsmaður og nýklaktur abbi setir varmakeldu

- Tað er so týdningarmikið, at vit seta hvørjum øðrum stevnu og eru saman, tá høvini eru, sigur Bárður á Lakjuni, sum fer at seta varmakeldu í Fuglafirði fyrrapartin

 

 

 

 

- Tað er so týdningarmikið, at vit seta hvørjum øðrum stevnu og eru saman, tá høvini eru, og soleiðis eigur tað eisini at vera á varmakeldu, sigur fuglfirðingurin og løgtingslimurin, Bárður á Lakjuni

Tað verður Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, sum klokkan 11 í dag fer at seta varmakeldustevnu á mentanartorginum í Fuglafirði. Báður er fuglfirðingur, giftur Mirjam úr Leirvík, og tað er eisini í Leirvík, tey búgva.

 

Tey giftust í 1999, tá Bárður var 20 ára gamal, og saman eiga tey fýra børn. 

 

- Fyrsta abbabarnið er eisini komið, og eg eri uppkallaður, sigur hann errin og brosandi. 

 

Sum ungur var Bárður aktivur í ítrótti, og tað var fótbólturin sum dró. Í fleiri ár spældi hann á besta liðnum hjá ÍF. Viðhvørt í bestu deildini og viðhvørt í næst bestu deildini, leggur hann aftrat.

 

Bárður hevur verið lærari við Fuglafjarðar skúla síðan 2008, og síðan 2010 hevur hann saman við øðrum sett upp ein sangleik við næmingum í 10. flokki.

 

- Mær dámar væl sang og tónleik, og hetta er ein lutfalsliga stór verkætlan, sum eisini er partur av sangleikabreytini í skúlanum.

 

Síðan Bárður gjørdist løgtingslimur á seinasta vali, hevur hann arbeitt niðursetta tíð á skúlanum, og her hevur hann serliga tikið sær av sangleikabreytini.

 

- Eg føli tað, sum ein heiður at vera biðin at seta varmakeldustevnu í ár, og eg taki uppgávuna í álvara og við størstu virðing fyri tiltakinum.   

 

Tá vit hittu Bárð í telefonini í vikuni, hevði hann ikki endaliga fest á blað tað, sum hann fer at siga við setanina.

 

- Men, eg havi hugsað, hvat eg ætli mær at tosa um, og tað verður um orðið “stevna”, sum eisini liggur í orðinum, varmakeldustevna.

 

Hann vísir á, at digitali heimurin kann tykjast at gera tað minni neyðugt at hittast til prát, andlit til andlits, og tað heldur hann vera óheppið. Tað er so týdningarmikið, heldur hann, at vit seta hvørjum øðrum stevnu og eru saman, tá høvini eru, og soleiðis eigur tað eisini at vera á varmakeldu.

 

Hann heldur, at digitali heimurin skjótt kann gera, at fólk ikki so ofta fara á dyrnar hjá hvørjum øðrum og minni og minni út at hittast saman við øðrum í felagsskapi.

 

Bárður á Lakjuni heldur, at hetta er ein keðilig gongd, og hetta verður ein partur av tí, sum hann fer at seta orð á við setanina.

 

- Lat okkum á varmakeldu fara út at hittast og samskifta, tí sambært skránni, sum er løgd fyri stevnuna, er nógv ymiskt og forvitnisligt at fara til í Fuglafirði, sigur hann.

 

Fuglafjørður hevur nógv vinnulív, og her eru nógv arbeiðspláss av øllum handa slag.

- Í Fuglafirði er eisini eitt ríkt mentanarlív, og eg haldi, at vinna og mentan samstarva rímiliga væl, tó at tað altíð kundi verið okkurt meira.

Bárður á Lakjuni heldur, at fuglfirðingar sum heild duga væl at koma saman og skipa fyri tiltøkum.

- Her hava vit mentanarhús, ungdómshús, kappróður, svimjing, flogbólt og fótbólt, og vit hava kirkju og samkomuhús. 

 

Lítillátin heldur hann fyri, at Fuglafjørður eisini er rímiliga væl ríkaður við tónleiki og sangi, og her eru bæði kór og  hornorkestur, sum eisini sigur nakað um, hvussu ríkt tónleikalívið í Fuglafirði er.

 

- Jú, Fuglafjørður er ein deiligur og livandi býur, og nú varmakeldustevna verður, skulu vit øll seta okkum fyri at fara út at vitja tiltøk og hitta vinir, kenningar og stevnugestir annars, heldur Bárður á Lakjuni.

 

 

 

 

 

- Tað er so týdningarmikið, at vit seta hvørjum øðrum stevnu og eru saman, tá høvini eru, og soleiðis eigur tað eisini at vera á varmakeldu, sigur fuglfirðingurin og løgtingslimurin, Bárður á Lakjuni