Klokkan tvey í nátt varð løgreglan boðsend til ein bústað í Havn, tí eigarin vildi hava ein mann burtur, sum órógvaði uttan fyri bústaðin. Løgreglan kom á staðið og burturvísti mannin.
Seinni í nátt, klokkan fýra, varð løgreglan boðsend, tí órógv var uttan fyri eina barr í Havn. Tað vísti seg, at tað var sami maður, sum órógvaði her, sum løgreglan tveir tímar frammanundan hevði burturvíst frá einum bústaði.
Maðurin fekk at vita, at hann nú fekk 1.500 krónur í bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.
Tað er tann minna bótin, sum verður givin, tá fólk órógva og hótta við at fara til hendurs.
Men hetta lat maðurin sær ikki lynda og gjørdist meira harðligur – og so harðligur, at hann varð handtikin og skuldsettur fyri at harðskap ímóti løgreglufólki.
Hann er enn í varðhaldi hjá løgregluni, sum fer at arbeiða víðari við málinum, tá maðurin vaknar.