Húsavík: Stevnuøkið letur upp klokkan 14

Sandoyarstevna er í Húsavík um vikuskiftið, og seinnapartin í dag verða fleiri tiltøk fyri børnum

Tað verður nógv ymiskt og forvitnisligt á skránni í Húsavík seinnapartin í dag og í kvøld. 

 

Nú klokkan 14 letur stevnuøkið upp við eitt nú kaffistovu, hoppiborgum, tarvi, seymsláing, ringakasti, klonedyke (grava eftir gulli), tombola og kassastáplan.

 

Um ein góðan tíma koma Trølla Pætur, omman og ommudidd eisini á stevnuøkið.

 

Klokkan 14 letur upp ein forvitnislig framsýning við meira enn 100 ára gomlum føroyskum bátum, og hetta verður suðuri á Skipabakka.

 

Myndaframsýning verður eisini við gomlum myndum úr Húsavík, og framsýningin verður í handlinum hjá Jørmundi.

 

Seinnapartin verður eisini listaframsýning við Kristinu Joensen í skúlanum, og her verður eisini myndaframsýning við Bjørt Bødvardsdóttir.

 

Klokkan 15 verður fyrilestur við taradrotningini, Agnes Mols Mortensen.

 

Høvið verður at gera sightseeing-túrar við Rib, og her verður goldið fyri túrin á bryggjuni.

 

Aftur í kvøld verður høvi at keypa sær góðar stevnubúffar av grilluni.

 

Klokkan 16 fara vaksin at dystast í fótbólti, og tað verða bygdirnar í Sandoynni, sum fara at kappast. Fótbólturin verður á Tumbakka. Kappingin endar við finalu.

 

Kim Hansen fer at syngja og spæla í tjaldinum klokkan 17.30 og seinni fara Jens Marni Hansen og uppaftur seinni Herborg Torkilsdóttir at syngja.

 

Á midnátt fer Jákup Sørensen at halda midnáttarrøðu á stevnuøkinum, og síðan verður dansur við Hitmen, eins og Smiðjan fer at selja mat á stevnuøkinum frá klokkan 02.

 

Aftur í morgin verða ymiskt í Húsavík, og klokkan 14 verður stevnugudstænasta við Ann Hermansdóttir. Maria á Lakjuni er at syngja, og Ólavur Jøkladal verður organistur.

 

Kaffistovn letur upp, tá gudstænastan er liðug, og klokkan 15 letur eisini tivoli upp.

 

Frá klokkan 15 til 18 í morgun verður Søgusavnið í Gróthúsinum opið, og Krista og Sámal Hanni Lognberg fara at syngja og spæla klokkan 16 í morgin.