Fípan vann fyri triðju ferð í dag

5-mannafør dreingir 17-18 ár: Kappingin við Royndina Fríðu úr Vági var øgilig

Sigursrøðin hjá 5-mannaførum úr Klaksvík heldur fram í Fuglafirði í dag. Fyrr í dag vunnu dreingir 14-16 ár, gentur 14-16 ár og kvinnur, og nú vóru tað eldru dreingirnir, teir 17-18 ára gomlu, sum umborð á Fípuni Føgru vóru fyrstir um málstrikuna.

 

Drekin, Royndin Fríða og Fípan Fagra hava fyrr í summar vunnið hvør sín róður, og í dag vóru tað aftur hesir tríggir bátarnir, sum kappaðust um fremsta plássið.

 

Drekin misti í seinna partinum av róðrinum, og so stóð kappingin millum Royndina Fríðu og Fípuna Føgru, sum var fremst størsta partin av teininum.

 

Í endaspurtinum bjóðaði Royndin Fríða rættiliga av, men dreingirnir úr Klaksvík vóru teir drúgvaru og stinnaru og vóru eitt vet undan teimum úr Vági, tá ið teir í góðveðrinum í Fuglafirði fóru um málstrikuna.

 

1 Fípan Fagra (KRF)05:10.07+00.007 
2 Royndin Fríða (VK)05:10.28+00.216 
3 Drekin (HR)05:11.14+01.075 
4 Báran (HSR)05:39.02+28.954

 

 

 

1 Fípan Fagra (KRF)425 
2 Royndin Fríða (VK)424 
3 Drekin (HR)423 
4 Sílið (HR)311 
5 Heykur (HVR)310 
6 Báran (HSR)14

 

https://rsfurslit.fo/