VIDEO: PSG sendi Bayern München úr HM-endaspælinum

(Video) Her eru hæddarpunktini frá HM-fjórðingsfinaluni Paris Saint Germain-Bayern München 2-0 (0-0)

Ousmane Dembele skoraði seinna málið hjá PSG

Champions League meistararnir, Paris Saint Germain hava vunnið seg í hálvfinalurnar í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA.

 

Á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta vann PSG 2-0 á Bayern München. Tað var sera hendingarrík ta seinastu løtuna. Í 78. minutti legði Desire Doue PSG á odda. Fimm minuttir seinni fekk Willian Pacho hjá PSG reytt kort. Tá 90 minuttir vóru farnir økti Ousmane Dembele til 2-0, og samstundis fekk PSG seinna mannin útvístan. Í hesum førinum var talan um Lucas Hernandez.

 

Stutt undan steðginum fekk Jamal Musiala hjá Bayern ein álvarsaman skaða, og hann mátti berast av vøllinum á børu.

 

Paris Saint Germain-Bayern München

1-0 Desire Doue ('78 )

2-0 Ousmane Dembele ('90 )

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Paris Saint Germain og Bayern München:

 

##med2##

 

Ousmane Dembele skoraði seinna málið hjá PSG