VIDEO: Real Madrid vann seg í HM-hálvfinaluna

(Video) Her eru hæddarpunktini frá HM-fjórðingsfinaluni Real Madrid-Dortmund 3-2 (2-0)

Mynd: Ritzau Scanpix

Tað verður ein hálvfinala millum Real Madrid og Paris Saint Germain í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA.

 

Real Madrid vann í fjórðingsfinaluni 3-2 á Dortmund á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey.

 

Fyrstu 20 minuttirnar syrgdu Gonzalo og Francisco Garcia við hvør sínum máli fyri, at Real Madrid var á odda 2-0. Leingi sá út til, at dysturin fór at enda 2-0, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat hendi nógv. Fyrst minkaði Maximilian Beier um munin til 2-1, og løtu seinni skoraði Kylian Mbappé dagsins mál við einum saksasparki. Lítla løtu seinni var brotsspark til Dortmund, og Dean Huijsen fekk tað reyða kortið fyri at fella Serhou Guirassy í brotsteiginum. Serhou Guirassy sendi brotssparkið í netið til 3-2. Bert ein fantombjarging hjá Thibaut Courtois í seinastu sekundunum av dystinum bjargaði Real undan longdari leiktíð. 

 

Mikukvøldið klokkan 20 hittast Paris Saint Germain og Real Madrid í hálvfinaluni, ið verður leikt á MetLife leikvøllinum. Dagin fyri klokkan 20 møtast Fluminense og Chelsea. 

 

Real Madrid-Borussia Dortmund 3-2 (2-0)

1-0 Gonzalo Garcia ('10 )

2-0 Francisco Garcia ('20 )

3-0 Maximilian Beier ('90+ )

3-1 Kylian Mbappé  ('90+ )

3-2 Serhou Guirassy, br. ('90+ )

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Real Madrid og Dortmund:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix