Øll óviðkomandi skulu halda seg ein fjórðing frá grindini

Tað eru boðini frá sýslumanninum fyri Vága sýslu

Sum vit áður hava skrivað her á in.fo, so er boðað frá grind suður úr Mykinesi. Sum skilst er ætlanin at halda grindini til í Bø. Í hesum sambandi eru hesi boð komin frá sýslumanninum fyri Vága sýslu umvegis vakthavandi á politistøðini í Havn, sum lýsir grindaøkið.

Boð frá sýslumanninum fyri Vága sýslu um grindaøki: Tað er boðað frá grind suður úr Mykinesi. Sýslumaðurin ger greitt, at allir óviðkomandi báta, skip, flogfør, tyrlu, dronur og persónar skulu halda seg í minsta lagi ein fjórðing frá grindini.