– Fuglafjørður hevur nógv og gott vinnulív, og her starvast dugnalig fólk, bæði í skipavinnuni, framleiðsluvinnuni, handverksvinnuni, tænastuvinnuni, eins og innan barnagarð-, skúla-og eldraøki, sigur borgarstjórin, Dávur Juul

Fuglafjørður hevur reist seg aftur og er væl fyri fíggjarliga

- Tað hevur gingið rættiliga væl fíggjarliga hesi undanfarnu árini. Vit hava havt nøkur góð ár, har eisini partafelagsskatturin hevur munað rættiliga væl í kommunukassanum. Í dag eru vit á einari hálvari álíkning í skuld, og tað eri eg ógvuliga glaður fyri og errin av, sigur Dávur Juul, ið nú situr á øðrum skeiði sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu

– Fuglafjørður hevur nógv og gott vinnulív, og her starvast dugnalig fólk, bæði í skipavinnuni, framleiðsluvinnuni, handverksvinnuni, tænastuvinnuni, eins og innan barnagarð-, skúla-og eldraøki, sigur borgarstjórin, Dávur Juul

Grein úr Sosialinum 7. mars 2025:

 

Dávur Juul, sum nú situr á øðrum skeiði sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, hevur áður sagt, at tað var dreymurin um eitt frítíðarítriv, tá hann fór at gevast at sigla, sum førdi hann á ovastu rók í kommununi.

 

Hann var í langfarasigling í sløk 22 ár, og tá hann fyrstu ferð læt seg stilla upp á kommunuvalinum í 2020, var hann slett ikki heima, og hann gjørdi heldur einki nevnivert burturúr sær sjálvum til valið.

 

- Tankin við at stilla upp var, at eg í besta føri fekk eitt frítíðarítriv, og at eg soleiðis sum býráðslimur kundi tæna kommununi og fólkinum, nú eg hevði verið so nógv heimanífrá.

 

Tá Dávur Juul á valinum í 2020 gjørdist fyrstvaldur og borgarstjóri, kom hetta púrasta óvart á hann. Hann hevði ætlað sær ein túr aftrat í langfarasigling, men hesin túrurin gjørdist av ongum.

 

Dávur Juul tók maskinist í Føroyum í 1987, og hann tók víðkað maskinmeistaraprógv í Fredricia í Danmark í 1998.

 

Sum maskinmeistari í mong ár tók hann ofta stórar avgerðir einsamallur, men soleiðis hevur ikki verið í starvinum sum borgarstjóri.

 

- Her skulu mál fyri í nevndum og viðhvørt fleiri ferðir, og her gongur tað ikki altíð so skjótt, sum tú kundi hugsað tær, og summi mál kunnu taka heilt langa tíð. Men, hesi undanfarnu fýra árini hava verið bæði spennandi og eisini avbjóðandi, sigur hann.

 

Tað er tó við góðum treysti og bjørtum vónum fyri kommununa og fólkið, sum her býr, at Dávur Juul nú er farin undir sítt næsta skeið sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sum umframt Fuglafjørð, eisini fevnir um Kambsdal og Hellur.

 

- Fuglafjørður hevur nógv og gott vinnulív, og her starvast dugnalig fólk, bæði í skipavinnuni, framleiðsluvinnuni, handverksvinnuni, tænastuvinnuni, eins og innan barnagarð-, skúla-og eldraøki, sigur borgarstjórin.

 

##med2##

 

Tríggir listar stillaðu upp

 

Tríggir listar stillaðu upp í Fuglafjarðar kommunu á valinum hin 12. november í fjør, listi Á við níggju valevnum, listi B við sjey og listi F við tíggju valevnum, har sitandi borgarstjóri, Dávur Juul, var millum valevnini á lista F.

 

Valluttøkan var stór, 89,6 prosent, sum merkir, at 1072 fólk, sum høvdu valrætt, vóru á vali.

 

Valrætt høvdu tilsamans 1202 fólk. 

 

Býráðið í Fuglafjarðar kommunu er mannað við níggju umboðum.

 

Tá valúrslitið fyrilá, vísti tað seg, at listi Á fekk 45,3 prosent av atkvøðunum og fýra umboð, listi B fekk 23,3 prosent og tvey umboð, og listi F fekk 31,3 prosent av atkvøðunum og trý umboð.

 

Fyrstvaldur í Fuglafjarðar kommunu gjørdist Ólavur Larsen á lista Á. Hann gjørdi eitt sera gott val og fekk 159 persónligar atkvøður.

 

Næstvaldur gjørdist sitandi borgarstjórin, Dávur Juul, sum fekk 110 persónligar atkvøður, sum eisini er eitt óføra gott val.

 

Tá Dávur Juul varð valdur fyrstu ferð á kommunuvalinum í 2020, varð hann fyrstvaldur við 78 atkvøðum, og soleiðis fekk hann 32 atkvøður fleiri hesaferð enn á valinum undan.

 

- Eg var nøgdur við valið. Okkara listi fekk aftur trý umboð, og persónliga fekk eg nakrar fleiri atkvøður enn á valinum í 2020, sigur borgarstjórin.

 

Stutt eftir kommunuvalið gjørdist greitt, at listarnir, F og B, fóru at taka seg saman og skipa býráðsmeiriluta við Dávuri Juul sum borgarstjóra, og soleiðis sá hann longu eftir kommunuvalið fram til eitt nýtt 4-áraskeið sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.

 

Men, tað skuldi vísa seg at taka sína tíð, áðrenn skipanarfundur varð hildin, soleiðis at nýggja býráðið kundi skipa seg, og hetta hendi ikki fyrr enn beint fyri ársskiftið, tá kommurnar skulu hava skipað seg.

 

##med3##

 

Helt jólaferiu í februar

 

Tað er fyrstvaldi býráðslimur, ið lýsir til skipanarfund og Ólavur Larsen, sum við sínum lista fekk 45,3 prosent av atkvøðunum, var eftir øllum at døma ikki nøgdur við, at umboðini hjá honum ikki fingu ein størri leiklut í nývalda býráðnum.  

 

Men, sitandi borgarstjórin, Dávur Juul, helt upp á, at listin hjá Ólavi í øllum førum fekk teir nevndarsessir í nýggja býráðnum, sum listin hevði rætt til eftir umboðanini.

 

Ivaleyst vónaði Ólavur Larsen – sum menniskjasligt er - at onkur á hinum báðum listunum kanska fór at stuðla honum, um hann mýkti støðuna í eina tíð, nú hann hevði gjørt eitt so gott persónligt val.

 

Men, hóast bíðað varð til tað seinasta, gjørdist úrslitið, sum væntað frammanundan.

 

Tá til stykkist kom, kom alt upp á pláss sum meirilutin hevði ætlað.

 

Dávur Juul var alla tíðina rímiliga tryggur við ta avtalu, sum hann og listi hansara høvdu gjørt við umboðini á lista B, og tískil var tað bara ein spurningur um tíð, nær ein meiriluti á skipanarfundi fór at velja sitandi borgarstjóra í eitt nýtt 4-áraskeið.

 

- Ein, sum var valdur á okkara lista, Jóan Pauli Olsen, siglir við skipi hjá Navigare, og tá hann var burtur, var tað Leif Andre Eliasen, ið hevði verið eykamaður, um skipanarfundur varð, meðan Jóan Pauli var burtur

 

Dávur Juul sigur, at hann hevði ætlað sær at farið til Danmarkar at hildið jólafrí, men tað kundi hann ikki, tá tað dróg út at skipa býráðið.

 

- Tískil helt eg jólafrí í Danmark í februar, og vit høvdu nakrar góðar dagar niðri, sigur hann brosandi.

 

Í einari stuttari viðmerking um valið av borgarstjóra, vísir Dávur Juul á, at tað í fleiri førum er hent í Fuglafjarðar kommunu, at annar enn fyrstvaldi á kommunuvalinum verður valdur í borgarstjórasessin.

 

- Tað er ein meiriluti av valdu býráðslimunum, sum velja borgarstjóra, og soleiðis var tað eisini í hesum føri, sigur Dávur Juul, sum er rættiliga spentur at halda fram við borðendan í Fuglafirði, eins og hann gleðir seg til skeiðið, sum nú liggur fyri framman.

 

Hann sigur seg eisini vóna, at tey fýra umboðini á lista Á fara at koma við góðum íblástri til arbeiðið, sum nú liggur fyri framman – øllum borgarum og vinnulívinum í kommununi at gagni.

 

##med4##

 

Skynsom fíggjarstýring

 

Tað er eingin loyna, at Fuglafjarðar kommuna hevði gjørt stórar íløgur í skeiðunum, áðrenn Dávur Juul gjørdist borgarstjóri, og stóru íløgurnar gjørdu, at kommunan eitt skifti fór væl uppum eina álíkning í skuld.

 

Fuglafjørður fekk nýggjan barnaskúla, og her kom nýtt ítróttahús, umframt at eldrasambýlið Vesturstova er útbygd í nøkrum umførum, og hetta vóru íløgur fyri nógvar milliónir tilsamans.

 

- Tá skuldin var størst, vóru vit uppi á 1,28 álíkningum, sigur borgarstjórin.

 

Men Dávur Juul sigur eisini, at tað hevur gingið rættiliga væl fíggjarliga í kommununi hesi undanfarnu árini. Kommunan hevur havt nøkur góð ár, har eisini partafelagsskatturin hevur munað rættiliga væl í kommunukassanum.

 

- Í dag eru vit á einari hálvari álíkning í skuld, og tað eri eg ógvuliga glaður fyri og errin av. Sjálvur haldi eg, at vit í býráðnum hava arbeitt væl hesi árini – eisini við fíggjarliga partinum, tí einsamallur gert tú einki, sum hann tekur til.

 

Sum vit nevndu fyrr í greinini, hevur Fuglafjørður nógv vinnulív, og her koma og fara eini 1000 skip um árið.

 

- Árini 2021, 2022 og 2023 fingu vit umleið 64 milliónir krónur í partafelagsskatti – ella ávikavist 21, 23 og slakar 22 milliónir, og í 2024 fingu vit slakar 20 milliónir.

 

Tað er greitt, sigur Dávur Juul, at hesar innøkur hava munað ógvuliga væl í kassanum, og uttan henda partafelagsskatt hevði verið neyðugt at hildið munandi aftur í íløgunum.

 

- Í dag er kommunan so væl fyri, at rúm er aftur fyri lutfalsliga stórum íløgum, og í einari kommunu er altíð nógv at brúka pengar til. Í dag megna vit fíggjarliga at gera íløgur fyri einar 25-30 milliónir – uttan lántøku, samstundis sum vit gjalda skuldina enn longur niður, sigur hann.

 

##med5##

 

Skúli og miðbýarverkætlan

 

Sum skilst á Dávuri Juul, ætlar býráðið í Fuglafjarðar kommunu serliga at arbeiða við tveimum verkætlanum í ár og tey næstu árini, umframt at neyðugt verður at útvega meira byggilendi.

 

Men, hetta eru ikki tey einastu arbeiði, sum eru í gongd í kommununi, tó at hesi helst fara at fylla mest tey komandi árini.

 

Kommunan fer eisini í hesum valskeiði at brúka pengar til kloakkir, vatn og vanligt viðlíkahald.

 

Fuglafjørður eigur nú ein spildurnýggjan barnaskúla, og nú stendur framhaldsskúlin fyri tørni.

 

- Vit fara seta sjøtul á umvælingar og dagføringar av 1964-skúlanum, og her verður næstan bara skrokkurin eftir. Hetta er eitt arbeiði, sum vit ætlandi fara gera yvir tey næstu 4-5 árini og sum helst fer at kosta einar 20-25 milliónir – ella einar 10-15 milliónir um árið.

 

Tá hesin parturin av skúlanum er dagførdur, verður farið í holt við at dagføra svimjihylin.

 

Borgarstjórin vísir á, at ætlanin í 2025 og 2026 í fyrsta lagi er at dagføra tær átta skúlastovurnar í framhaldsskúlanum.

 

Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna hava í nógv ár havt skúlasamstarv í framhaldsdeildini, og í november í fjør samdust kommunurnar um, at Eysturkommuna luttekur í dagføringunum av 1964-skúlanum við í mesta lagi 12 milliónum krónum.

 

Í avtaluni er longdin á sáttmálanum millum kommunurnar um skúlasamstarv eisini stytt - frá 1. januar 2039 til 1. august 2035.

 

##med6##

 

Økið framvið fjøruna

 

Dávur Juul sigur, at ætlanin hjá býráðnum er eisini at fáa gongd á miðbýarætlanina, og her fyriliggur ein ætlan, sum gjørdist almenn tíðliga í fjør summar, har dentur verður lagdur á burðardygd við áherðslu á tey náttúrueyðkenni, sum eru niðri við sjóvarmálan í Fuglafirði.

 

- Vit fingu trý uppskot, og tað verður so uppgávan hjá okkum at finna út av, hvussu mest møguligt av vinnandi uppskotinum kann fremjast í verki – møguliga við íslettum úr hinum báðum uppskotunum.

 

Borgarstjórin vísir á, at tíðin stendur ikki í stað, og fyri at fremja miðbýarætlanina verður neyðugt, at kommunan í summum førum keypir lendi, umframt at onkrir bygningar á leiðini helst mugu takast niður.

 

- Helst verður neyðugt við onkrum tillagingum av uppskotunum, og tað er ikki óhugsandi, at okkurt úr hinum báðum uppskotunum kann byggjast inn í vinnarauppskotið, tó uttan at uppskotið missir sín identitet, sum Dávur Juul tekur til.

 

Í sínum grundgevingum fyri vinnarauppskotinum sigur dómsnevndin, at uppskotið leggur áherðslu á at menna verandi øki og leggur dent á náttúrutrekkini, áirnar og upprunaliga sjóvarmálan.  

 

- Uppskotið styrkir um tað verandi og vísir varsemi, tá lagt verður til ella bygt verður aftrat, og uppskotið dugir væl at samansjóða økið framvið fjøruni.

 

At enda verður sagt, at uppskotið skapar eina heild, sum eggjar til uppihald, spæl og rørslu og økir um trivnaðin.

 

- Her verður meira pláss til bleytu ferðsluna - frá býarkjarnuni og niðan til fótbóltsvøllin og svimjihylin, vestureftir til sandin og eystureftir til smávinnuøkið.

 

Dávur Juul sigur, at ferðslan á høvuðsvegnum ætlandi verður tálmað av stein- ella flísaálegging, og hetta verður helst ein bati í mun til ferðina, sum í dag er ov høg.

 

- Vit hava sett tvær milliónir krónur av til miðbýarverkætlanina í ár, og koma vit longri enn tað, ber til at samtykka eina eykajáttan aftrat, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu.

 

##med7##

 

Íbúðir og sethúsabygging

 

Fólk búgva nú í teimum flestu av teimum 18 íbúðunum, sum Bústaðir hava bygt í Fuglafirði, og Dávur Juul heldur, at nú eru bert einar tríggjar íbúðir eftir, sum ikki eru útleigaðar.

 

- Vit arbeiða eisini við at útvega nýggj grundstykkir, og her eru vit væl í gongd við tey fyrstu átta undir vegnum innarlaga á Innandalsvegi, og omanfyri fótbóltsvøllin í Fløtugerði arbeiða við eisini við at keypa jørð til eini 10-15 grundstykki. Her eru nógvir eigarar, og hetta hevur víst seg at tikið langa tíð.

 

Borgarstjórin heldur, at tað er stórur áhugi fyri at seta búgv í Fuglafirði, og tá hús hava verið lýst til sølu í Fuglafirði, eru tey bæði farin skjótt og fyri lutfalsliga góðan prís.

 

- Nøkur, sum eru farin í íbúðirnar hjá Bústøðum, hava selt síni hús, og tað er hugaligt at síggja, at fólk flyta inn, tá onnur flyta í íbúðir, tí hetta kann vera høgligari, sigur Dávur Juul, sum nú á øðrum skeiði hevur sett seg við borðendan í Fuglafirði.

 

##med9##

 

 

Fakta

 

Fuglafjarðar kommuna: 1625

 

Fuglafjørður: 1615

 

Hellurnar: 10

 

 

Fuglafjarðar skúli: 299 næmingar

 

 

Nývalt býráð:

 

Nr.    Listi   Navn Atkvøður                     

 

1       Á       Ólavur Larsen     159  

 

2       F       Dávur Juul 110           

 

3       B       Eyðun á Lakjuni  70    

 

4       F       Eivin S. Breiðaskarð     69             

 

5       Á       Sonni á Horni      59    

 

6       Á       Jastrid á Dalbø    57                      

 

7       Á       Ørvar Jacobsen  56    

 

8       B       Kristian M. Petersen     52    

 

9       F       Jóan Pauli Olsen 39

 

 

##med8##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

 

– Fuglafjørður hevur nógv og gott vinnulív, og her starvast dugnalig fólk, bæði í skipavinnuni, framleiðsluvinnuni, handverksvinnuni, tænastuvinnuni, eins og innan barnagarð-, skúla-og eldraøki, sigur borgarstjórin, Dávur Juul

- Fuglafjørður hevur nógv og gott vinnulív, og her starvast dugnalig fólk, bæði í skipavinnuni, framleiðsluvinnuni, handverksvinnuni, tænastuvinnuni, eins og innan barnagarð-, skúla-og eldraøki, sigur borgarstjórin, Dávur Juul