Tórshavnar kommuna ætlar ikki at vera aftanfyri Tunnilsfelagið og Landsverk, men fer at fylgja góðum føroyskum siði, tá snórurin skal skerast í samband við, at Húsareynstunnilin og Havnarvegurin lata upp fyri almennari ferðslu í dag. Hátíðarhaldið verður klokkan 13.30.
Bergur Robert Dam Jensen, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð fer at skera snórin við einum grindaknívi, ið er framleiddur í heimbygdini, Kollafirði. Alternativið hevði verið ein Fiskars saksur úr Finnlandi, ella ein Victorinox knívur úr Sveis.
Um grindaknívin skrivar Bergur á facebookvanga sínum: - Knívurin er gjørdur av kollfirðinginum Torkil Dam og er fyrsta floks føroyskt hondverk. Fyrsta floks føroyskt hondverk eru eisini allir teir nógvu kilometrar av vegi og bergholum, ið er gjørt í Føroyum seinastu nógvu árini. Hetta er orsøkin til framkomna samfelagið vit hava í dag. Tað hevur formað tað at verða føroyingur í 2025. Ímyndið tykkum Føroyar uttan alt hetta var komið. Hesi bæði hava umframt hetta til felags, eisini tað at millum annað Kollafjørður verður víst slíkt álit, er tekin um gott samstarv millum bygdir og økir í okkara kommunu. Hetta er okkara høvuðsstaður - TILLUKKU øll somul. Skrivar Bergur Robert Dam Jensen.
Í hesari øldini er grindaknívur brúktur til at skera snórin í samband við, at ymiskir tunnlar og undirsjóartunnlar eru latnir upp fyri almenna ferðslu.