Thom­as Müller hevur leikt sín seinasta dyst fyri Bayern

Tað blivu til 756 dystir hjá Thom­as Müller fyri Bayern München

Síðani 2008 hevur skjótt 36 ára gamli, Thom­as Müller verið partur av hópinum hjá besta liðnum hjá Bayern München.

 

Ígjár leikti Thom­as Müller seinasta dystin fyri Bayern München, tá Bayern tapti 0-2 fyri Paris Saint Germain í HM-fjórðingsfinaluni fyri felagslið.

 

Í 756 dystum fyri Bayern München skoraði Thom­as Müller 250 mál og legði upp til 276 mál.

 

Thom­as Müller hevur vunnið týska meistaraheitið 13 ferðir, og týsku steypakappingina seks ferðir. Hann hevur vunnið Champions League tvær ferðir, og HM fyri felagslið tvær ferðir. Við týska landsliðnum vann hann HM-gull í 2014. 

 

Thom­as Müller hevur leikt 131 landsdystir, og hevur skorað 45 mál fyri Týskland. 

 

Enn er ikki staðfest hvar yrkisleiðin hjá Thom­as Müller heldur fram, men nógvar leysasøgur siga, at hann endar í bestu amerikonsku deildini, Major League Soccer.