Putin biður valdsmikil samstarvslond um at økja um handil

Russiski forsetin talar á BRICS-toppfundinum og kallar liberalu globaliseringina gamaldags.

BRICS-londini mugu styrkja samstarvið innan handil, náttúrutilfeingi, logistikk og fíggjarmarknaðir.

Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, í røðu í sambandi við BRICS-toppfundin í Brasil, skrivar Reuters.

Putin luttekur á fundinum umvegis videoleinkju.

Hann sigur eisini, at "liberala modellið fyri globalisering" er ótíðarhóskandi.

Umframt Russland eru BRICS mannað við stóru búskapunum, sum ikki eru vesturlendskir, Brasil, India, Kina og Suðurafrika.

Toppfundurin er í Rio de Janeiro.

Putin er ikki fysiskt til staðar á toppfundinum. Hetta kemst av, at altjóða revsirætturin, ICC, hevur givið út handtøkuboð eftir Putin, og ógreitt er, um brasilska løgreglan fór at handtaka hann, um hann kom til Brasil.

Hesum greiddi ráðgevin hjá Putin, Yuri Ushakov, frá fyrr í dag, sambært russisku tíðindastovuni Tass.

 

/Ritzau/